Nýríka Newcastle hevur koyrt venjaran

Premier League: Newcastle hevur í dag kunngjørt, at venjarin er koyrdur

Nýríka Newcastle, sum bleiv uppkeypt av prinsinum í Saudiarabia fyri kortum, hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur koyrt Steve Bruce sum venjara. Newcastle er í løtuni undir niðurflytingarstrikuni við trimum stigum fyri átta dystir.

 

Steve Bruce stóð á odda fyri liðnum sunnudagin, tá Newcastle tapti 3-2 móti Tottenham. Tað var hansara dystur nummar túsund sum venjari. Fleiri mettu, at hetta var meiri ein “takk fyri” dystur, enn byrjanin til nakað stórt fyri fyrrverandi miðverjan hjá Manchester United og Newcastle United.

 

Í dag hevur Newcastle boðað frá, at venjarin er farin frá í sátt og semju. Hesin seinasti parturin kann hava nakað við, at Steve Bruce sambært bretsku bløðunum fær ein 75 milliónir krónur í fráfaringarløn.