Anders Fogh Rasmussen og Pia Kjærsgaard. Tey bæði gjørdust stóru sigursharrarnir, sum koppaðu Poul Nyrup Rasmussen eftir nýggju ár í ovasta sessinum í Danmark.
Vinstra er størsti flokkur í Fólkatinginum við 56 fólkatingssessum - 14 fleiri enn hann fekk við seinasta val.
Pia Kjærsgaard, sum stovnaði Danska Fólkaflokkin í 1995, situr nú sum forkvinna í triðstørsta flokkinum í Fólkatinginum. Flokkurin hevur 22 fólkatingssessir, og tað er ein framgongd uppá 9 sessir.
Socialdemokratiski flokkurin hjá Poul Nyrup Rasmussen fekk tað vánaligasta valið síðani 1998. Flokkurin misti 11 fólkatingsessir og situr eftir við 52. Fyri fyrstu ferð síðani 1920 er Vinstra størri enn Socialdemokratiski flokkurin.
Poul Nyrup Rasmussen tekur í morgin avleiðingarnar av søguliga ósigrinum og boðar drotningini frá, at stjórnin leggur frá sær.
Poul Nyrup Rasmussen hevur kortini ongar ætlanir um at leggja frá sær sum formaður í sínum egna flokki.
Eftir at Nyrup hevur verið hjá drotningini í morgin fær Anders Fogh Rasmussen litið upp í hendur at skipa eina nýggja stjórn.
Hvussu hendan fer at síggja út, er ógreitt nú. Vinstra hevur reinan meiriluta saman við teimum konservativu og Danska Fólkaflokkinum, men hann fer helst at royna at draga Kristiliga Fólkaflokkin uppí eitt stjórnarsamstarv so ella so.
Fogh vil helst ikki geva Piu Kjærsgaard og Danska Fólkaflokkinum alt ov stóra ávirkan, hetta hóast Pia Kjærsgaard krevur ávirkan á nýggju stjórnina og ikki fer at stuðla henni treytaleyst.
Stóri taparin á valinum var sum sagt Nyrup. Honum á baki kemur Mimi Jacoksen úr Centrum Demokratunum, sum ikki náddi uppum gáttina til Fólkatingið.
Úrslitini á Fólkatingsvalinum í Danmark síggjast niðanfyri. Tølini vísa atkvøðutal, atkvøðubýti í prosentum, framgongd/afturgongd og tal á fólkatingsessum og hvussu nógvar, flokkarnir hava mist ella vunnið.
Socialdemokratarnir 1002986 29,1 ÷ 6,8 52 ÷11
Radikalu 179121 5,2 1,3 9 2
Konservativu 312310 9,1 0,2 16
Centrum Demokratarnir 60701 1,8 ÷ 2,5 ÷ 8
Sosialistiski Fólkafl. 219683 6,4 ÷ 1,2 12 ÷ 1
Danski Fólkafl. 413491 12,0 4,6 22 9
Kristiligu 78475 2,3 ÷ 0,2 4
Vinstra 1077734 31,3 7,3 56 14
Framburðsflokkurin 19687 0,6 ÷ 1,8 ÷ 4
Eindarlistin 82224 2,4 ÷ 0,3 4 ÷ 1
Valluttøkan í Danmark var 87,0 prosent