Nyrup på besøg i fjendeland

- skrivar danska blaði Berlingske Tidende í eini grein sum ber heitið "Bitterheden trives". Greinin er skrivað í sambandi við vitjanina hjá danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, sum byrjar seinnapartin í dag

Donsku bløðini gera nógv burturúr vitjanini hjá danska forsætismálaráðharranum Poul Nyrup Rasmussen.

Tað er, sum vera man, búskaparkreppan og bankakanningin, sum eru beinleiðis orsøkin til tann stóra áhugan, sum er fyri vitjanini.

Donsku fjølmiðlarnir minnast eisini, at Nyrup avlýsti vitjan sína í 1995, og tí verður spurningin viðgjørdur, um hví hann skal til Føroya júst nú, bert níggju dagar áðrenn kanningarnevndin almannakunnger úrslitið í bankakanningini.

Berlingske Tidende hevur tosað við hotelstarvsfólk í Havn, sum sigur:

- Sjálvandi taka vit væl ímóti Poul Nyrup Rasmussen, men var hann ein fiskur og lá á keiuni, so varð hann sparkaður í havið.

Greitt verður donsku lesarunum frá, hvussu kreppan er íkomin, og hví føroyingar eru so illir inn á Poul Nyrup Rasmussen. Kreppan og bankayvirtøkan verða gjøgnumgingin, og sagt verður, at hetta er orsøkin til, at Poul Nyrup Rasmussen ikki er tann persónur, vit helst vildu havt sum gest í Føroyum júst nú.

Men hetta tekur Poul Nyrup Rasmussen ikki so tungt. Hann sigur við blaðið, at vitjanin ikki hevur nakað sum helst við bankakanningina at gera. Einasta orsøk er ríkisfundurin millum politisku leiðarnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Eisini heldur hann, at føroyingar skulu síggja vitjanina sum eitt tekin um øktan áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Tí eftir upprunaligu ætlanini skuldi fundurin ikki vera í Havn. Hann varð fluttur í seinastu løtu.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins og Helena Dam á Neystabø, formaður sjálvstýrisfloksins gera eisini viðmerkingar til vitjanina.

Jóannes Eidesgaard verður endurgivin fyri at siga, at brúk er fyri broytingum í samstarvinum millum Føroyar og Danmark. Eftir kreppuna, sum byrjaði í 1992-93, er áhugin fyri føroyskum sjálvsstýri støðugt vaksin. Danmark gav føroyingum harraboð um, hvussu kreppan skuldi loysast, uttan at føroyingar fingu ávirkan á nakað sum helst.

- Men sambandið millum Føroyar og Danmark er ørðvísi, enn tað er millum ein debitor og ein kreditor. Tí er tørvur á broytingum í samstarvinum millum londini bæði.

Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur í sínari viðmerking:

- Hann kemur í skeivari løtu. Tað er møguligt, at Nyrup bara er klossutur. Hann roynir óiva at slætta sjógvin, áðrenn illveðrið kemur. Vit fáa ikki tosað um nakað sum helst, fyrr enn øll hava lisið frágreiðingina frá kanningarnevndini.


Ríkisfelagsskapurin er ein lygn

Hans Joensen, handilsmaður í Havn, hevur brúkt møguleikan at skjóta við skørpum nú hann er biðin um eina viðmerking

Fyrst verður greitt frá søguni hjá Hans Joensen og handli hansara í Havn. Frá byrjan í 1889, til hann fyrst lat aftur í Handilskjarnanum, og síðani lat uppaftur.

Hans Joensen er argur inn á føroysku bankaverðina og ikki minni inn á Den Danske Bank og stjórnina.

-Landsstýrið noyddist til samráðingar í Danmark við revolvaranum fyri pannuna. Tá skuldi avgerðin fella innan nakrar fáar dagar. Nú situr Nyrup við krokodillutárum og sigur, at vit hava góða tíð at tosa um støðuna.

- Men álitið á danir er burtur. Vit trúgva ikki tí, tey siga í forsætismálaráðnum, sigur Hans Joensen

- Vit halda at tað er skeivt, at hann kemur áðrenn bankakanningin er liðug. Hann skuldi bíða eftir eini innbjóðing úr Føroyum. So kundi hann komið til Føroya og sitið við revolvaranum fyri pannuna.

Hans Joensen ivast ikki, at tað er rætt at loysa nú.

- Ríkisfelagsskapurin hevur víst seg at byggja upp á eina lygn, og tí er ongin vegur aftur. Ríkisfelagsskapurin kann ikki halda fram sum er, og eg haldi, at føroyingar eru til reiðar at taka stigið móti fullum sjálvsstýri nú.


Færøerne melder storm

Eisini Jyllands-Posten ger nógv burtur úr vitjanina hjá Nyrup. Teir siga í greinini 3Færøerne melder storm3, at Poul Nyrup Rasmussen kann vænta sær munnligan undir vangan, tá hann lendir í Føroyum.

Sagt verður millum annað frá, at fimm av átta flokkum í Løgtinginum ikki vilja tosað við Poul Nyrup Rasmussen, umframt at MFS heldur ikki ynskir, at møta honum.

Jyllands-Posten leggur dent á, at túrurin hjá forsætismálaráðharranum taktiskt er væl tilrættalagdur. Sagt verður, at kemur tað til beinleiðis samanbrest millum føroyingar og danska forsætismálaráðharran, so er ikki vist, at hetta verður til fyrimun fyri føroyingar..

Tað hevði verið ein ljót sjón at sæð í donskum sjónvarpið, um Nyrup fekk eina tomat í andlitið. Tá hevði vælvildin frá danska fólkinum verið burtur.


Danskir politikarar

í íva

Politikken hevur í blaðnum í dag samrøðu við Peter Duetoft úr CD, Holger K. Nielsen úr SF og Uffe Ellemann-Jensen úr Vinstraflokkinum. Teir eru allir samdir um, at Poul Nyrup verður noyddur at fyrireika seg til enn ein túr til Føroya, um bankakanningin átalar leiklutin hjá forsætismálaráðnum.

- Tá verður hann noyddur, at fara aftur til Føroya við einum einasta endamáli - at loysa trupulleikan, sum tá uppstendur. Vit kunnu ikki liva við orðastríði viku eftir viku, sigur Peter Duetoft, og hann fær stuðul frá Holger K. Nielsen.

- Verður leiklutur Nyrups í bankamálinum kritiseraður, so má hann aftur til Føroya beinanvegin.

Uffe Ellemann Jensen hevur biðið Poul Nyrup Rasmussen avlýsa túrin til Føroya.

- Nyrup hevur sagt, at hann ikki tosar um bankakanningina, meðan hann er í Føroyum, og tað er óivað skilagott so stutt undan almannakunngeringini av frágreiðingini.

- Men tað er hetta, sum upptekur sinnini í Føroyum í løtuni, og tað er samstundis tann sakin, sum hevur verið mest tyngjandi fyri sambandið millum londini bæði. So hví í allari víðu verð skal hann til Føroya beint nú. Hasin fundurin kundi saktans verið fluttur ein mánað.


Kemur í dag

Og í dag kemur hann, um vit vilja tað ella ikki. Hann flýgur við Atlantsflog. Tí felagnum, sum danska stjórnin hevði so ilt av á sinni.

Áhugin fyri túrinum er, sum vera man, sera stórur, serliga í Danmark. Men eisini í hinum Norðurlondunum fylgja tey við, hvussu leikur ferð.

Vit fara at hoyra nógv meiri til ferðina hjá Nyrupi í Føroyum komandi dagarnar. Tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur ferð.