Nyrup saðlar um í spurninginum um flóttafólkini

Veljarakanning um vikuskiftið vísti, at stjórnarflokkarnir í Danmark høvdu tapt, um tað var val nú, og í gjár tók stjórnarleiðarin avleiðingarnar

Fyrrapartin í gjár boðaði danski stjórnarleiðarin Poul Nyrup Rasmussen frá, at Birthe Weiss, sum bæði hevur verið innanríkismálaráðharri og heilsumálaráðharri, hevði biðið um at verða loyst úr starvinum sum innanríkismálaráðharri, og at Torkil Simonsen, sum í mong ár hevur verið býráðsformaður í Aarhus, er nýggjur innanríkismálaráðharri.

Sambært upplýsingum úr Danmark, so hevur Birthe Weiss sjálv biðið um at vera loyst úr starvinum, og tað kann gott vera, at tað er rætt.

Men eygleiðarar halda, at tað er eingin ivi í, at tað kemur sera væl við hjá forsætismálaráðharranum, at hann fær høvi til at seta ein nýggjan í starvið sum innanríkismálaráðharri. Tað er í hesum starvinum, at ábyrgdin fyri flóttafólkapolitikkinum liggur, og hesa síðstu tíðina hevur ágangurin verið stórur frá politisku mótstøðumonnunum hjá forsætismálaráðharranum um at stramma reglarnar, sum spurningar í sambandi við uppihaldsloyvi til flóttafólk verða viðgjørdir eftir.

Birthe Wess hevur verið ímóti broytingum, og veljarakanningin, sum Jyllandsposturin kunngjørdi um vikuskiftið vísir, at tað hóvar veljarunum lítið. Sambært kanningina høvdu javnaðarflokkurin og teir radikalu, sum manna stjórnina mist trettan tinglimir, um tað var val nú, og tað vil siga, at borgarligu flokkarnir høvdu fingið meiriluta í fólkatinginum, eisini um miðflokkurin hjá Mimi Jakobsen hevði gjørt av at stuðla Nyrup sum stjórnarleiðara.

Tað eru serliga mest víðgondu høgraflokkarnir, sum fáa framgongd, og kanningin vísir, at teir taka veljarar frá javnaðarflokkinum. Undirtøkan hjá framburðsflokkinum og danska fólkaflokkinum, sum er ein avleggur frá framburðsflokkinum, fáa eins stóran stuðul frá veljarnunum, sum Mogens Glistrup fekk, tá hann í 1973 kom á ting við 28 monnum.


Royndur maður

Hetta hevur gjørt Nyrup skakkan, og nú hevur hann tikið avleiðingarnar. Torkil Simonsen hevur, umframt at verið býráðsformaður í Aarhus, í fleiri ár verið formaður í kommunufelagnum og eisini næstformaður í javnaðarflokkinum.

Nú eru nøkur ár síðani, at hann fór úr hesum størvunum, og hann hevur langt síðani boðað frá, at hann fór ikki at stilla upp aftur til kommunuvalið, sum verður um stutta tíð.

Torkil Simonsen er kendur fyri at ganga inn fyri strammari reglum viðvíkjandi flóttafólkunum, enn teimum, sum higartil hava verið galdandi.

Í síðstu viku ráddi Poul Schlüter, fyrrverandi forsætismálaráðharrin, til, at gomlu flokkarnir í fólkatinginum, javnaðarflokkurin, teir radikalu, vinstra og teir konservativu, gjørdu semju um flóttafólkaspurningin, so hetta ikki gjørdist høvuðsevni í valstríðnum til fólkatingsvalið, sum í seinasta lagi skal verða í septembur komandi ár. Við stignum, sum Nyrup nú hevur tikið, eru ábendingar um, at hann hevur lurtað eftir ráðunum, sum undanmaður hansara kom við í síðstu viku.


jh