Nyrup somu áskoðan sum andstøðan og meirilutin av fólkinum

Danski Statsministarin somu áskoðan um nýskipan innanfyri ríkisfelagsskapin sum Føroyska andstøðan og meirilutin av Føroya fólki!

Hvussu naivir hava vit føroyingar loyvi til at vera, og rokna við at danski Statsministarin tekur undir við føroysku samráðingarnevndini um loysing frá Danmark, tá yvir helmingurin av føroyingunum ikki ger tað! Boðini frá danska Statsministaranum vóru hørð, men hava alla tíðina verið greið. Hann ynskti at ein breiður meiriluti av Føroya fólki skuldi standa aftanfyri samráðingarnevndina, men sambært meiningsmálingum stendur minni enn helminguri av Føroya fólki aftanfyri samráðingarnevndina. Hetta hóast okkara landsstýrismaður í loysingarmálum í 2 ár hevr arbeitt fulltime uppá at kunna fremja loysingina í verki, og 10 tals mill. krónur eru brúktar til at undirbyggja og propagandera fyri loysingini ella fullveldisætlan landsstýrisins.


Samanbera vit okkum við Ísland í 1918, so er stórur munur á. Teirra samráðingarleiðari fekk 100% undirtøku frá Altinginum, meðan okkara samráðingarnevnd bert hevur 18 av 32 løgtingslimum aftanfyri seg ella 56%. Somuleiðis tala báðar fólkaatkvøðunar í Íslandi um loysing frá Danmark fyri seg . Fólkaatkvøðan í 1918 hevði 92% ja atkvøður av valluttøkuni, og tann í 1944 hevði 97% ja atkvøður. Hetta eru ikki tøl vit undir verandi umstøðum kenna aftur hjá okkum í Føroyum. Ein av grundunum, til at føroyingar ikki taka undir við loysingarætlan Landsstýrisins, er helst tann, at misálitið á politikarar í áttatiárunum ikki er ein farin tíð. Fólkið veit hvat tað hevur, men eru ov óviss um hvat ið kemur. Heldur ikki tykist fólk at hava tikið undir við, at okkara propagandaministari áhaldandi skuldsetir ríkisfelagsskapin fyri allar ólukkunar í áttatiárunum uttan eina einastu ítøkiliga próvgrund, bert hissini ?lip service?. Faktum er, at vit í nýtiárunum kláraðu at venda búskapargongdini soleiðis, at vit í dag klára at svara hvørjum sítt ? gott og væl, takkað verið millum annað ríkisfelagsskapinum.


Danski Statsministarin ynskir at ein nýskipan verður funnin innanfyri ríkisfelagsskapin, tvs. tað sama sum ein meirluti av Føroya fólki og andstøðan í Føroyum ynskir. Tað paradoksala í øllum hesum er sostatt, at Statsministarin ótilætlað umboðar ikki bert ynskini hjá donsku stjórnini, men eisini ynskini hjá einum meiriluta av Føroya fólki og hjá Føroysku andstøðuni. Hetta er ein fløkjaslig støða, sum gevur Statsministaranum ein løgnan leiklut, tí hann kemur at sita báðu megin borðið, takkað verið einaræðis framferð Landsstýrisins.


Ein sálomonisk avgerð hevði verið, um Landsstýrið fann fram til eitt uppskot um eina politiska nýskipan, sum eitt samt Føroya Løgting kundi tikið undir við (eins og Alting Íslands gjørdi í 1918). Henda nýskipan er p.t. fyri Føroyar at finna innanfyri ríkisfelagsskapin, og tá hevði eisini verðið høvi at strukturera allar relatiónir Føroyar og Danmarkar ímillum. Hvat so kemur at henda inn í framtíðina verður altíð upp til fólkaviljan at avgera.


Sum er umboðar danski Statsministarin við sínum ynski um eina politiska nýskipan innanfyri ríkisfelagsskapin fleiri føroyingar enn okkara egna Landsstýri ger, og tí er framferð Landsstýrisins higartil bæði óheppin og ópraktisk. Landsstýrið veit væl, at við tí alin tú mátar onnur, skalt tú sjálvur verða máldur, ella sum danir siga: som man råber í skoven får man svar. Landsstýrið eigur tí at taka í egnan barm og finna eitt meiri realistiskt stev og lata loysingar-romantikkin bíða á hesum sinni.


Regin Eikhólm

Tórshavn 23/3-2000