Nyrup-stjórnin fingið ábreiðslu frá andstøðuni

Mikudagin staðfesti ein samd andstøða í Fólkatinginum at geva løgmálaráðnum og donsku stjórnini eina harða ábreiðslu fyri vánaliga handfaringin av bankamálinum


Verður tað eitt ivamál um habilitetin í kanningarnevndini, so hevur danska stjórnin ábyrgdina.

Tað er niðurstøðan hjá andstøðuni í Fólkatinginum, eftir samráð við Frank Jensen, løgmálaráðharra mikudagin.

Hetta var aðru ferð innan 14 dagar, at løgmálaráðharrin noyddist at taka ímóti ábreiðslum frá limunum í politisku búskaparnevndini.


Ber í bøtuflaka

fyri sínum

Frank Jensen bar í bøtuflaka fyri embætismonnum sínumog Bjørn Westh, undangonumanni sínum í løgmálaráðnum.

Bjørn Westh og embætismenninir útnevndu í 1995 Jørgen Grønborg sum formann í kanningarnevndina, hóast teir vistu, at advokaturin arbeiddi fyri Den Danske Bank.

Umframt tað helt Frank Jensen fast um, at Landsstýrið og føroysku politikararnir vistu at Michael Rekling, skrivari í nevndini, eisini arbeiddi við einum máli fyri Den Danske Bank..

Trupullekin var bert, at Frank Jensen ikki var førur fyri at skjalprógva hetta, av tí at talan bert var um eina telefonsamrøðu, har Michael Lunn, skrivstovustjóri í Løgmálaráðnum kunnaði forstjóran í Tinganesi um setanina av skrivaranum.

Michael Lunn gjørdi, sum reglurnar áseta. Hann festi bert tað á blað, sum Finn Norman Christensen, forstjóri, segði í telefonsamrøðuni, og ikki tað, sum skrivstovustjórin segði.

Orð stendur nú móti orði. Finn Norman Christensen sigur, at hann ikki hevur fingið boð um habilitets-trupulleikarnar hjá Rekling. Edmund Joense, løgmaður vísur hesum aftur. Einki skrivligt tilfar er til skjals um málið í Tinganesi.

Hóast Frank Jensen ikki kundi prógva nakað mikudagin, so valdi hann at trúgva sínum embætismonnum, heldur enn føroyska Landsstýrinum.

Í samráðnum segði Frank Jensen seg verða sannførdan í, at teir upplýsingar, sum Michael Lunn hevur givið honum í málinum, eru sannir.

Hann mælti Landsstýrinum til enn einaferð at senda alt skrivligt tilfar um habilitets-metingarnar til sín, í tí hann legði aftrat, at so týðandi mál í bankamálinum, ikki kundi annað enn verða fest á blað í Landsstýrinum.


Føroyingar tosa satt

Andstøðan í Fólkatinginum heldur, at Landsstýrið hevur rætt í sínum máli.

- Alt bendir á, at føroyingar hava rætt. í hesummáli Danir hava ikki kunnað føroyingar um habilitetin hjá Rekling, tí løgmálaráðið ikki hevur hildið tað hava nakað uppá seg, sigur Frank Åen frá Eindarlistanum.