Nýtt barnabókasavn í Klaksvík

Mikudagin 4. september klokkan 15.00 letur nýggi parturin av barnabókasavninum í Klaksvík upp

Barnabókasavnið verður í gomlu hølunum hjá Visit Norðoy, á Biskupsstøðgøtu 11.

 

Hurðarnar lata upp mikudagin, og tá verður sangur og røður á skránni. Eisini verður okkurt leskiligt til børn og vaksin.

 

Bókasavnið hevur altíð havt eitt økið til smærri børn, men nú gerast umstøðurnar betri. Nú fáa børn undir skúlaaldur og foreldur, góðar umstøður bæði at lesa, spæla og hugna sær.

 

Bókasavnið hevur opið gerandisdagar frá kl. 10.00 til 17.00 og leygardagar frá 10.00 til 15.00.