Nýtt føroyskt met í byrsuskjóting

Marius F. Joensen vann veðrakappingina hjá Sunda Byrsufelag og setti samstundis føroyskt met.

4. oktobur 2014 var árliga veðrakappingin hjá Sunda Byrsufelag hildin á breytini vid Norðskála! Hendan kappingin varð fyrstu ferð hildin í 1993, so var ein lítil steðgur í nøkur ár, men hevur síðani verið fastur táttur í øllum førum tey seinastu 15 árini. 

18 mans vóru møttir til kappingina, skotið varð í 3 bólkum, nr 1 í kappingini vann ein veðr sum Føroya Bjór letur.

Vinnari av kappingini var Marius F. Joensen, sum skeyt fult tvær ferðir og samstunis setti nýtt føroyskt met.

Meistara bólkur:

Nr 1 Marius F.J.     (SBF)       25 23 25 = 73 Føroyskt met SF=13, GF = 12
Nr 2 Ragnar V.S.    (SBF)      21 21 21 = 63                        SF=12, GF = 10
Nr 3 Sámal D.        (SBF)       19 22 21 = 62                        SF=12, BF = 11
Nr 4 Hávardur F.    (SBF)       21 21 23 = 65                        SF=11, BF = 9
Nr 5 Jónstein J.      (SBF)       22 21 21 = 64                        SF=10
Nr 6 Gunnar K.       (VBM)      21 19 21 = 60                        SF=10

A-bólkur:

Nr 1 Sjúrdur K.       (VBM)      16 24 20 = 60   Shoot off 5
Nr 2 Tórur F.          (SBF)       20 19 21 = 60   Shoot off 4
Nr 3 Johnny Á.T.    (SBF)      21 19 18 = 58

B-bólkur:

Nr 1 Gunnar J.       (SBF)      15 19 17 = 51
Nr 2 Ingolf D.         (VBF)      16 15 19 = 50
Nr 3 Jóhann F.      (SBF)       15 14 16 = 45

Ársins stjørnuskot gjørdist ungi evnaríki eiðismaðurin Tórur Fløtt. Besta umfar skuldi eisini finnast, og tann heiðurin vann Marius F Joensen, sum heili tvær ferðir kláraði at skjóta fult (25) í kappingini.

Hetta er tann seinasta stóra kappingin í árinum og er tí ein stórur dagur hjá skjúttunum, sum ofta gera nógv burturúr degnum. Tá kappingin var liðug, var veitsla í felagshúsinum hjá Sunda Byrsufelag; tá menn vóru mettir og væl settir, varð farið suður í tann altið reina og nossliga egningarskúrin hjá Sámali Debes, og flettari var aftur hesaferð Dánial Jákup!