Nýtt kringvarpsstudio

Tá Dagur og Vika fer í luftina í kvøld, er tað ætlandi undir nýggjum umstøðum.

Síðstu dagarnar hava kringvarpsfólk arbeitt við at leggja síðstu hond á nýggja sjónvarpsstovu í Sortudýki, har sjónvarpið hjá Kringvarpinum nú húsast saman við útvarpinum.

 

Ætlandi skal Dagur og Vika í kvøld sendast og framleiðast undir nýggju umstøðunum.

 

Á myndini, ið er av facebook síðu Kringvarpsins, síggjast kringvarpsfólk gera klárt.

 

Á mentanarnátt í Havn í morgin er Kringvarpið opið, og til ber at vitja, meðan Dagur og Vika og Gekkur eru í luftini. Konsertir verða eisini í Sortudýki mentanarnáttina.