Nýtt føroyskt black'n'roll: Necrolepsia tulkar William Heinesen

Teksturin er ein umsett yrking frá kenda føroyska skaldinum William Heinesen.

Myndafólk: Eija Makivuoti

”Oktober” er fyrsta staklagið frá føroyska black’n’roll orkestrinum Necrolepsia og teirra fyrstu heildarútgávu ”Mørke Makter”.

 

Tað er eisini fyrsta lagið á útgávuni, og er eyðkent frá hinum løgunum, tí tað nýtur eina sokallaða ”shuffle” rútmu, sum er ofta brúkt í rokk tónleiki.

 

Teksturin er ein umsett yrking frá kenda føroyska skaldinum William Heinesen (1900-1991), og manar fram myndir av myrkri, ódnarveðrið og tað kalda norð.

 

Limir í bólkinum Necrolepsia eru: John Åge Frost á vokal og gittar, Sigurd Justinussen spælir trummur, og Finnur Nielsen spælir bass.

 

Hoyr lagið Oktober her:

 

##med2##

 

Fyrsta útgávan

 

“Mørke Makter” er fyrsta útgávan hjá føroyska black’n’roll orkestrinum Necrolepsia.

 

Stílurin á plátuni leitar eftir at blanda tvær siðvenjur: myndamálið, brølini, moll-akkordirnar og rútmunar frá black metal, og groove samt fangandi og meira siðbundna uppbygnaðin í rokk tónleiki, í tráð við bólkar sum Khold, Satyricon, Abbath, og aðrir.

 

Tey eldru løgini vóru skrivaði við einum meira primitivum og snævurskygdum stíli fyri eyga, men tey nýggjari løgini hava meira fjølbroyttan íblástur, til dømis frá doom metal, thrash metal, punk rock, og dark ambient, sum gevur eitt blandað og spennandi upplivilsi.

 

Tekstirnir taka íblástur frá siðbundnum skriftstøðum, yrkingunum hjá William Heinesen, og søgur um tey livandi deyðu. Evnini snúgva seg um gand, spádómar og eitt avbjóðandi lív í norðurlondum, alt sungið á norskum. Orsøkin til at hava valt norskt sum mál, er at endurspegla søguliga sambandið millum føroyingar og noregsmenn, samt at vísa virðing fyri hvar hesin stílurin av tónleiki hevur sín uppruna. Alt hettar tilsamans gevur eina plátu, ið er so myrk og fjølbroytt sum tær føroysku oygganar eru.

 

Myndafólk: Eija Makivuoti