– Ætlanin var eisini, at vit skuldu spæla eina lítla útgávukonsert í hølinum hjá Tutl á Káta Horninum í Havn, men sum so nógv annað verður fyri tíðina, er hon avlýst orsakað av koronu. Eisini høvdu vit ætlanir um eina størri konsert í mánaðinum, men hon má bara bíða, til tamarhald er á støðuni aftur.
Eftir er bara at siga, at vit gleða okkum heilt ekstremt til næsta mikudag, og vónandi gera tit tað sama, skriva teir í bólkinum
Tutl skrivar soleiðis um lagið:
»Ver eyðmjúkur, men ikki ov eyðmjúkur
Fyrsta útgávan »Identity« hjá TeleMama.
Teir fimm í bólkinum eru:
Dan Eyðun Karbech Saxov
Hendrik Jacobsen
Jákup Holm Johannesen
Óli Joensen
Ørvur Argenziano Hentze
Hoyrið lagið á Youtube her:
##med2##
Soleiðis skrivar Tutl um útgávuna:
Lagið varpar ljós á, hvussu fólk í øllum aldri viðhvøft kenna seg ørkymlað og sita først í hamstarahjólinum av dagligum uppgávum.
Tilsipingar til persónligar royndir eru settar í ein annan samanhang.
Lagið er fangandi og positivt, eitt boð um vón, meðan endin sendir tær eitt wakeup-call.
Bólkurin TeleMama varð stovnaður til tónleikakappingina Sement 2021 og skuldi eisini spæla á G! Festivalinum 2021, ið sum øllum kunnugt varð avlýstur.
Teir fáa íblástur frá bólkum sum Arctic Monkeys, The Strokes, Her's, Mac DeMarco og Boy Pablo.
TeleMama sum eitt frískt lot á føroyska tónleikapallinum.«