Nýtt landsstýrisfólk á triðja sinni í ár

Á triðja sinni í seks vikur skal Fólkaflokkurin velja nýtt landsstýrisfólk – og hevur soleiðis upp á seks vikur skift alla landsstýrismanningina út

 

Tað var í gjár, at løgmaður loysti Jørgen Niclasen úr starvi sum landsstýrismaður, eftir at hann í síðstu viku varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Fólkaflokkurin fer mánadagin at velja nýtt fólk í Fíggjarmálaráðið – og tað verður triðju ferð í ár, tí 6. janaur vóru Árni Skaale og Sólvit Nolsø tilnevndir nýggir landsstýrismenn fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard, sum løgdu frá sær fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum.

Sambært Vágaportalinum hevur Fólkaflokkurin havt fund í gjárkvøldið og kom ta niðurstøðu, at nýtt fólk skal veljast mánadagin.

Tað er sjáldsamt, at so stórar útskiftingar verða gjørdar í eini landsstýrismanning – men tá nýtt fólk verður sett í Fíggjarálaráðið mánadagin, so eru tey trý landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum skift út í ár.