Nýtt mál: Koppsetingin liðug í september

Koppsetingarbólkurin roknar nú við, at føroyska koppsetingin ímóti covid-19 kemur á mál í september

Koppsetingarkalendarin er dagførdur. Sambært nýggjastu upplýsingunum verður roknað við, at allir føroyingar, sum ynskja tað, eru liðugt koppsettir fyri covid-19 í fyrru helvt av september.

 

Tað boðar Koppsetingarbólkurin frá í nýggjari støðulýsing í kvøld. Upprunaliga varð málið, at koppsetingin var liðug á jóansøku – tað vil siga um hesa tíðina—men higartil eru 50 prosent av føroyingum koppsettir eina ferð.

 

45.456 prik eru higartil gjørd, og tað er ein góð helvt av teimum 84.000 koppsetingunum, sum ætlandi skulu gerast fyri at koma á mál við koppsetingini.

 

– Um hálvan juli eru 50 prosent av koppsetingunum framdar, og fyrstu vikuna í august eru 80 prosent av koppsetingunum framdar. Eftir fyrstu vikuna í september eru øll 16 ár og eldri, sum ynskja tað, koppsett, sigur Koppsetingarbólkurin í nýggju støðulýsingini.