Nýtt sambýli til í Havn til gomul

Pláss verður fyri einum 10 fólkum í nýggja sambýlinum, sum ætlandi letur upp í vár

Gongur sum ætlað letur eitt nýtt eldrasambyli upp í Havn í vár.

Kommunan hevur keypt húsini hjá Regini Jespersen, Oman Hoydalar 6, í Hoyvík, til endamálið.

Formaðurin í sosialu nevnd býráðsins, Elin Lindenskov, sigur, at gongur sum ætlað, verður húsið klárt at taka í brúk í vár.

Pláss verður fyri einum 10 fólkum í sambýlinum.

Hon sigur, at húsini eru vælegnað til endamálið.

Tey eru stór, knappar 300 fermetrar, og tey eru sera væl hildin.

Húsini kostaði 1,5 miljón at keypa og hildið verður at tey skulu umbyggjast fyri einar 600.000 krónur, áðrenn klárt er at flyta inn.

Tvs, at alt tiltakið kostar góðar tvær miljónir

Ætlanin er at arbeiðið skal fara ígongd fyrst í komandi ári

Hesa íløguna betalir kommunan sjálv í fyrsta umfarið.

Tvs, at kommunan leggur landskassans part út, men fær hann endurgoldnan seinni, Elin Lindenskov.

Hon sigur, at enn er ikki endaliga gjørt av, hvørji gomul sleppa inn eldrabýli, tvs, um tað verður eitt røktarheim, ella um tað verður eitt ellisheim.

­ Tað veldst um, hvar tørvurin er størstur, sigur Elin Lindenskov.

Hon sigur, at kommunan hevur tørvin á á býlum til eldri í huganum og tað verður gjørt so nógv við málið, sum tilber.


326 gomul á bíðilista

Eins og í tí yngra endanum er tørvurin hjá teimum eldru á røktarheimsplássum og ellisheimsplássum heilt stórur í Havnini.

Sosiala Deild hjá býráðnum upplýsir fyri Sosialinum, at 170 fólk standa á bíðilista til at sleppa inn á Ellishemið í Havn.

Marjun Smith, fyristøðukvinna á røktarheiminum Lágargarði sigur, at 156 fólk standa á bíðilista at sleppa inn á Lágargarð. Av teimum standa 22 at hava bráðneyðugan tørv at sleppa inn. Hennara royndir eru, at tað tekur 1-2 ár at sleppa inn hjá teimum, sum hava bráðneyðugan tørv fyri neyðini. Og tað er leingi at bíða hjá fólki, sum hava bráðneyðuga hjálp fyri neyðini. Nógv teirra eru í barndømi og hon heldur, at størsti tørvurin er at finna pláss til tey. Tí er hennara tilmælið, at húsið hjá býráðnum verður brúk til tað

Hon fegnstast tí eisini um ætlanirnar at at taka ein part av Eirargarði til røktarheim til fólk í barndømi.