Nýtt Sjálvstýri nýggja landsnevnd

Fýra menn og tvær kvinnur í nývaldu landsnevndini.

Í gjár hevði Nýtt Sjálvstýri landsfund í Hotel Tórshavn, har millum annað val og skipan av nýggjar landsnevnd var á skránni.


Frammanundan var greitt, at felagið hevði tørv á nýggjum formanni, tí formaðurin síðstu árini, Pól Jákup Poulsen, hevði boðað frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum formaður.


Í hansara stað er Rógvi Fossádal, ið eisini var valevni til síðsta val, valdur sum nýggjur formaður. Í nevndini umboðar hann Eysturoyar Sjálvstýrisfelag.


Næstformaður er Ronald Poulsen, umboð fyri Streymoyar Sjálvstýrisfelag, kassameistari er Sven Dahl, umboð fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag, meðan Birgit Sivertsen, umboð fyri Ungt Sjálvstýri, Martin Sonny Frederiksen, umboð fyri Vágar, og Arnfríð Vestergaard Hentze, umboð fyri Suðuroy, eru vanligir nevndarlimir.


Lasse Klein er skrivari í Landsfelag Nýtt Sjálvstýri.