Nýtt skip á veg í flotan

Reiðaríið hjá Grunnabarð er á gáttini til at keypa eitt nýtt uppsjóvarskip. Samstundis søkir South Pelagic um at fáa sín part av uppsjóvarfiskinum

- Her suðuri merkja vit einki til, at nakað pelagiskt virksemi er í Føroyum. Ikki annað enn tað, ið vit sjálvi royna at skapa, sigur Alex N. Vilhelm, stjóri í reiðarínum South Pelagic og reiðari á Grunnabarð, sum vil sleppa upp í part og fáa lut í stóra ríkidøminum, ið uppsjóvarfiskiskapurin kastar av sær.

 

- Jú, vit hava søkt Fiskimálaráðið um silda- og makrelkvotu til Grunnabarð. Tilsamans okkurt um 8000 til 10.000 tons. Uppsjóvarkvoturnar eru stórar, so pláss eigur at vera fyri nýggjum aktørum. Og eisini halda vit tað vera rímuligt, at kvoturnar verða býttar meira javnt út til øll øki í landinum, argumenterar Alex N. Vilhelm.

 

Sum tað triðja vil reiðaríið hava part av føroysku svartkjaftakvotuni, sum í ár er tilsamans 289.000 tons.

 

- Vit hava søkt um áleið 15.000 tons, svarandi til umleið fimm prosent av heildarkvotuni. Eisini her halda vit tað vera rímiligt, at veksandi ríkidømið í svartkjaftinum verður býtt meira javnt millum øll øki í landinum, sigur Alex N. Vilhelm.

 

Grunnabarð hevur einans eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri at byggja sítt virksemi á. Men reiðaríið samstarvar við Thor í Hósvík, sum liggur inni við fleiri uppsjóvarloyvum, ið ikki verða brúkt. Tí varð Grunnabarð á pappírinum seldur aftur og fram tilsamans fimm ferðir í fjør og fekk aktivan leiklut í uppsjóvarfiskiskapinum. Og tí ætlar reiðaríið at víðka um sítt virksemi við enn einum skipi.

 

- Vit hava ítøkiligar ætlanir um at keypa eitt skip afturat. Keypið er í stoypiskeiðini og fíggingin er komin uppá pláss, váttar Alex N. Vilhelm.

 

Skipið, talan er um at keypa, er í dag ogn hjá føroysku samstarvsfeløgnum hjá South Pelagic í Hirtshals. Talan er um uppsjóvarskipið Asbjørn, sum herfyri fekk navnið Asbjørn Senior. Skipið leyp av og varð sett á sølulistan, tá reiðaríið Asbjørn við føroyinginum Fríða og Róa Magnussen á odda í fjør keypti uppsjóvarskipið ”Gitte Henning” frá reiðaranum í Skagen, Henning Kjeldsen, sum í sínum lagi var í holt við at byggja eina spildurnýggja ”Gitte Henning.”

 

- Asbjørn Senior er eitt sera gott skip við stórari maskinorku og góðari køliskipan. Tað skal eftir ætlan fiska sild, makrel og svartkjaft, sigur Alex N. Vilhelm um skipið, ið lastar umleið 1300 tons.

 

Enn vil reiðarin ikki upplýsa keypsprísin fyri skipið, ið er 14 ára gamalt. Men fíggingin er komin uppá pláss, sigur Alex N. Vilhelm. Gongst sum reiðaríið í Vági ætlar, so hava tey um stutta tíð tvey skip í sínum flota. Tí ætlanin er samstundis at varðveita Grunnabarð.

 

Les meira um málið í Sosialinum í dag.