Týr sendur nú út næsta staklagið av fløguni Valkyrja, sum videolag, talan eru um ballduna á Valkyrju “Lay Of Our Love”.
“Lay Of Our Love” er ein friðarligt duett, har Heri Joensen syngur duett við Liv Kristine úr Leaves Eyes. Liv Kristine spurdi um hon kundi sleppa at syngja við á Týr næstu Týr útgávuni, tí hon var fjeppari, og hóast ikki allir limirnir í Týr vóru heilt álviligir við hetta, so fekk hon sín vilja, og úrslitið bleiv somikið gott, at tað er annað staklag á útgávuni.
Leaves Eye, er annars ikki ein bólkur, ið tónleikalæiga minnir stórvegis um Týr. Tey spæla harðan rokk út í móti tungmálmi, men við sera poppkendum vokali. Tey leggja pent omaná ljótt. Tó eru tey lík á tann hátt at tey syngja eins og Týr um norrøna guðalæru og sagnir.
Síggj vakra videolagið omanfyri.