- Ein dystur móti heimsmeistarunum er ikki á skránni á hvørjum degi. Og tí er tað sera harmiligt, at eg skal sita uttan fyri júst tann dystin. Hinvegin fært tú ikki hugsað um næsta dyst, tá tú spælir á landsliðnum. Tá er at stríðast, og við hvørt kostar tað kort – enntá bíligt kort. At tað so var Italia, sum stóð fyri framman, er bara spell hjá mær, segði Fróði Benjaminsen á tíðindafundinum í FSF-húsinum.