Tað nyttar ikki at krevja, at Strandferðslan ikki skal skerjast.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður.
Hann sipar til Brand Sandoy, tingmann, sum staðfestir aðrastaðni á Portalinum, at tað verður yvir hansara lík, at siglingin hjá Strandferðsluni verður skerd.
- Tann, sum ikki vil skerja siglingina, má vera til reiða at játta meiri pening, staðfestir landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at hann hevur fingið frá Strandferðsluni, at sum útlitini eru nú, verða útreiðslurnar til olju í ár einar 10-14 milliónir hægri enn í fjør.
Sostatt fer Strandferðslan at brúka fyri onkustaðni ímillum 55 og 59 milliónir krónur í olju í ár.
Harafturat verða altjóða krøv til hvílitíð og arbeiðstíð hjá manninginum, herd og tey má Strandferðslan eisini laga seg til.
Eisini tey fara at kosta fleiri milliónir afturat.
Tað er ikki roknað við hesum upphæddunum í játtanarkarmunum, sum eru lagdir fyri Løgtingið og tí skulu aðrar loysnir finnast.
- Og antin mugu vit spara okkum til eitt úrslit, ella mugu vit játta pengar til eitt úrslit, so einfalt er tað, segði Johan Dahl.