Kyndil – VB 27-39 (11-18):
Tað varð so sum við gleðini hjá VB, tá tær høvdu vunnið seinasta dystin hetta kappingarárið.
Hóast talan gjørdist um ein tryggan sigur á Kyndli, so gjørdust Vágskvinnurnar akkurát ov stuttar í stríðnum um finaluplássið í Sunset-kappingini.
Fyrstu løtuna av dystinum leygardagin spældi VB annars, sum trúðu tær veruliga upp á sín møguleika. Kyndil fylgdi við eina løtu, men so skrædnaði av álvara millum liðini við tí muninum, sum helst var á motivatiónini á degnum.
Eftir steðgin vóru boðini um tryggu Neista-leiðsluna á Skála tó eisini komin til spælararnar, og so vistu tær í VB, at úrslitið gjørdist tað sama, líkamikið, hvussu tær stríddust á vøllinum.
Tað vikaði tó ikki tann veruleikan, at VB á degnum var væl betra liðið, og fingu tær eisini prógvað, at tær við bronsukrónunum vóru væl stinnari enn tær á liðnum, sum gjørdist nummar fýra.
Fakta um dystin
Kyndil – VB 27-39 (11-18)
Málskjúttar:
Kyndil: Ronja Mikkelsen 7, Randi Wardum 6, Jackline Durhuus 5, Tordis Tróndarson 3, Súsanna Petersen 2, Barbara Egilstrøð 2, Eyðrit Andreasen 1, Lina Andrealyte 1,
VB: Daiva Toumaite 14, Gurið Mortensen 9, Bára Mortensen 5, Una Egilsdóttir 3, Carol Kjærbæk 2, Cristina Holm 2, Ruth Lisberg 1, Laila Jespersen 1, Svava Vestergaard 1, Miriam Michelsen 1,
Brotskøst: Kyndil 2, VB 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen