Nýval og nýhugsan: Friðið Føroyabanka burturav

Eftir komandi val eigur at verða sett ein Føroyabanka-nevnd við kreativum, hugsandi fólki, sum saman við Havstovuni skal stýra Føroyabanka heldur enn, at Fiskimálaráðið ger tað.

 

Í  farna septembermánaða vóru so aftur Føroyabanka-kvøld á matstovunum Heima Í Havn. Matstovurnar høvdu full hús við bíðilistum, so kend og vælumtókt eru hesi kvøld vorðin.

 

Føroyabanki er aftur vorðið eitt brand, ein felags føroyskur gimsteinur. Tað eru fleiri altjóða gastroferðafólk, sum koma henda vegin - bara fyri at royna bankatoskin.

 

Okkara gastrovinna kann økjast og mennast sera nogv við slíkum tilfeingi, sum við tilfeinginum á Føroyabanka - og við nógvum nyggjum arbeiðsplássum.

 

Matskráin á Barbaru og Áarstovu var sum vant sera kreativ og vælsmakkandi, og kanska gagnaðist fantastiska rávøran enn betur, tá tað frættist, at hesaferð var meira toskur hjá Jákupi Sverra at fáa á Bankanum enn undanfarnu mongu árini.

 

Hetta er ein greið ábending um, at partvísa friðingin av Bankanum nú gevur eitt positivt úrslit!

 

Eftir stórum politiskum trýsti mælti Havstovan fyrr í  ár til eina varisliga veiði á Bankanum við í mesta lagi 200 fiskidøgum. Hetta var óskiljandi “yvirrulað” av fiskimálaráðharranum, sum næstan tvífaldaði hesar dagarnar í mun til tilmælið!

 

Síðan hevur verið fiskað á Føroyabanka við línuskipum - uttan at nakað er gjørt fyri at branda hesa forkunnugu veiði og sum yvirhøvur verður blokkfryst og ”sjakrað” burtur á spottmarknaðinum.

 

Nakrir smærri bátar gjørdu góðar túrar, og tað er teimum sera væl unt.

 

Tað er harmiligt, at politiski myndugleikin ikki lurtar eftir okkara fiskivinnufrøðingum, men sýnist Tjóðveldi at vera millum teir fáu flokkar sum fasthalda, at tilmælini skulu fylgjast.

 

Tað er nakað av hýsu og havtasku á Bankanum. Í einum av sínum seinastu filmum tosar David Attenborough um, hvussu týdningarmikið tað er fyri høvini at tora at hava økir við nógvum fiski sum fær frið. 

 

##med2##

 

Tað er eingin ivi um, at friðingin av Føroyabanka skal halda fram og økjast. Eftir komandi val, tá allarhelst Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ráða fyri borgum, eigur at verða sett ein Føroyabanka-nevnd við kreativum, hugsandi fólki, sum saman við Havstovuni í stóran mun skulu stýra Føroyabanka heldur enn, at Fiskimálaráðið ger tað.

 

Størri atlit skulu takast til, hvussu matstovu-og ferðavinnan fáa meira gagn av Bankanum.

 

Tað skal veiðast á Føroyabanka í framtíðini, tá stovnurin er komin fyri seg, men veiðast skal við skili og atliti til, hvussu tjóðin og vinnan kunnu fáa sum mest burturúr hesum - okkara alra - ríkidømi.

 

Johan Mortensen