STEYPAKAPPINGIN Í DANMARK
Í kvøld verður farið undir hálvfinalurnar í donsku steypakappingin. Talan er mest sum um toppdystir. Esbjerg er fokið, men annars eru tað bestu liðini í superliguni, sum bresta saman. Brøndby hevur heimavøll ímóti AaB, sum teir á sama vølli sunnudagin vunnu 4-0 ímóti. Tað ferðina varð sagt, at AaB spardi seg til í kvøld. Nú fæst at síggja, hvussu tað verður við tí.
Í Parkini skal OB royna at telva seg til so góða útgangsstøðu undan heimadystinum, sum tað ber til. Todi Jónsson er í fimtan manna hópinum hjá FCK. Hann telvast um tvey álopspláss saman við Álvaro Santos og Jesper Bech. Tað kann væl vera, at tað verður pláss fyri teimum øllum ímillum teir fyrstu ellivu.
Jákup á Borg er ikki í OB ferðalagnum. Hann hevði kanska væntað ella rættari vónað, at hann fór at fáa boð, men hann er tolin og bíðar:
- Steen Nedergaard, sum plagar at vera síðuspælari, er skaddur. Chris Sørensen, sum OB hevur keypt úr Vejle, hevur verið í vinstra borði, men nú hava teir flutt hann yvir í hina síðuna. Eg hevði vónað, at eg kanska kundi fáa møguleikan, men eg havi framvegis gott mót.
Í vikuskiftinum spældi Jákup á Borg í Danmarksseriuni á útivølli ímóti B1921. OB vann 3-1. Jákup var vongverji í høgru, og hann heldur, at tað gekk væl hjá honum.
Virða Toda
At tað kann ganga skjótt at sleppa framat, hóast vánirnar ikki síggja nakað serligar út, er støðan hjá Toda Jónsson í FCK gott dømi um. Fyri tveimum vikum síðani roknaði Todi seg sum fimta mann í kappingini um tey bæði álopsplássini. Nú tykist hann vera sjálvskrivaður í hópinum. Hetta veit Jákup á Borg, og hann veit eisini, at liðfelagarnir hjá honum hava stóra virðing fyri føroyska álopsspælaranum í FCK:
- Tað verður tosað um hálvfinaluna, tá ið vit venja. Liðfelagarnir hjá mær siga, at teir nógv heldur høvdu viljað havt Zuma sum mótstøðumann enn Toda. Tað kemur ikki óvæntað á meg, men eg skilji á teimum, at virðingin fyri Toda er rættuliga stór. Í OB siga teir, at Todi er ein tann mest kompletti álopsspælarin í superliguni. Teir umrøða hann sum sterkan, skjótan og tryggan. Eg veit, at Todi er góður og vandamikil, men eg kann ikki ynskja honum alt tað besta í hálvfinaluni. Tá haldi eg sjálvsagt við mínum felag, og eg hevði einki havt ímóti, um eg fekk høvi at spæla ímóti Toda í seinna hálvfinaluni.