Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur sent Barrack Obama eina heilsan, har hann vegna landsstýrið ynskir Obama tillukku við forsetavalinum. - Vit trúgva upp á samstarv tvørtur um Atlantshavið. Hetta samstarv skal grundast á fólkaræði, vælferð og handilsfrælsi, sigur Kaj Leo Johannesen í síni heilsan.
- Vit hava felags avbjóðingar innan búskap, veðurlag og trygd, og eg eri sannførdur um, at tú megnar at gera eina ætlan fyri, hvussu vit fáa eina trygga og ríka framtíð, sigur løgmaður.
Kaj Leo Johanensen vísir, at bæði Bill Clinton og Al Gore hava vitjað í Føroyum farna árið.
- Eg eri sannførdur um, at góða sambandið millum okkara lond fer at halda fram og styrkjast, sigur løgmaður.