Obama fekk sín skattalætta

Amerikanska Senatið samtykti í gjárkvøldið eitt uppskot hjá Barack Obama, forseta um at leingja skattalættan hjá øllum skattaborgarunum uttan teimum, sum forvinna mest. Skattalættin kom, tá George W. Bush var forseti, og í Senatinum mæltu republikanararnir frá at pilka við skipanina, nú búskaparstøðan er so ótrygg.

Tað var sera javnt í Senatinum. 51 senatorar atkvøddu fyri at broyta verandi skipan, og 48 atkvøddu ímóti. Atkvøðugreiðslan var rættiliga óvanlig, tí sjálvur Joe Biden, varaforseti, kom í Senatið at vera til reiðar, um tað skuldi staðið á jøvnum. Frammanundan høvdu tveir demokratiskir senatorar, Joe Lieberman og Jim Webb, sagt frá, at teir ætlaðu sær at atkvøða ímóti.

Broytingin hjá Senatinum ber í sær, at húski, sum forvinna minni enn 250.000 dollarar um árið, fáa ein serligan skattalætta.