Obama hevði vunnið á McCain

Var forsetaval í USA í dag, og valið var millum Barrack Obama og John McCain, hevði Obama vunnið Tað vísir ein meiningakanning, sum Reuters hevur gjørt saman við kanningarstovninum Zogby.

Kanningin sigur, at var forsetaval nú millum Obama og McCain, hevði Obama fingið 48 prosent av atkvøðunum og McCain 40 prosent.

Hinvegin vísir kanningin, at var val nú millum Hillary Clinton og McCain, hevði tað endað javnt við 43 prosentum í part.