Barrack Obama hevur biðið sínar ráðgevar gera eina búskaparliga endurreisingarætlan, sum skal útvega 2,5 milliónir nýggj arbeiðspláss tey næstu tvey árini Tað var Obama sjálvur, sum bar tíðindini, tá hann helt sína vikuligu útvarpsrøðu í dag.
-Tær næstu vikurnar fara vit at tingast um smálutirnar. Málið er at gera eina landsumfatandi skipan, sum skal skapa nýggj arbeiðspláss og leggja grundarlagið undir ein sterkan amerikanskan búskap, segði tann
Hann segði, at hansara mál er at fáa 2,5 milliónir nýggj arbeiðspláss innan 1. januar í 2011. Millum annað er ætlanin at umvæla vegir og brýr, nútímansgera skúlar, reisa fleiri vindmyllur og at gera bilar, sum brenna minni.