Obama sinnaður at endurskoða Kuba

Amerikanska stjórnin er til reiðar at endurskoða viðurskiftini við grannalandið Kuba, men fyrst mugu teir kubansku myndugleikarnir prógva, at teir veruliga eru sinnaðir at fremja politiskar nýskipanir. Tað sagði Barack Obama, forseti, í einum orðaskifti á alnótini, har hann svaraði spurningum frá tíðindafólki.

Hann segði, at nógvastaðni í Suðuramerika eru lond farin frá einaræði til fólkaræði, og nú er tíðin komin, til at tað sama hendir í Kuba.

-So leingi eg eri forseti, eri eg til reiðar at broyta okkara politikk mótvegis Kuba, um og tá vit síggja, at kubanska leiðslan veruliga er sinnað at veita fólki sínum frælsi, segði Barack Obama.

Kubanski uttanríkisráðharrin, Bruno Rodriguez, luttók í sendingini, og hann helt lítið um tað, sum amerikanski forsetin segði. Hann helt fyri, at tað hevur ofta víst seg at vera stórur munur á tí, sum Obama sigur, og tí, sum hann ger. Rodriguez legði afturat, at amerikanski forsetin hevur so nógv álvarsmál at fáast við í hesum tíðum, at hann hevur ikki tíð til at hugsa um Kuba eisini.