Tað er ógvuliga sannlíkt, at Barrack Obama kemur ein túr til Keypmannahavnar komandi ár. Komandi vár hevur Altjóða Olympiska Nevndin, IOC ráðstevnu í Keypmannahavn. Á hesari ráðstevnu verður avgerð tikin um hvør býur skal verða vertsbýur til olympisku summarleikirnar í 2016. Millum býirnar, sum hava søkt um at gerast OL-vertsbýur, er heimbýurin hjá Barrack Obama, Chicago. Tí er ógvuliga sannlíkt, at Barrack Obama kemur til IOC-ráðstevnuna í Keypmannahavn komandi vár fyri at gera eitt lobbyarbeiðið fyri heimbýin. Hetta sigur samskiparin hjá danska ítróttarsambandinum, Morten Mølholm. Morten Mølholm undirstrikar, at táverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair átti stóran part av æruni fyri, at Ongland í 2005 fekk vertsskapin fyri olympisku summarleikirnar í 2012.