Obama tilnevnt fíggjarmálaráðharra

Í USA hevur Barack Obama, forseti, tilnevnt Jacob Lew nýggjan fíggjarmálaráðharra. Lew hevur verið fíggjarráðgevi og starvsfólkaleiðari í Hvítu Húsunum.

-Hann er ein lágmæltur maður, sum heldur vil vera saman við politiskum serfrøðingum enn sjónvarpstólum, segði Obama, beint eftir at hann hevði tilnevnt Jacob Lew.

Lew, sum eisini var fíggjarráðgevi hjá Bill Clinton, tekur nú við teirri stóru uppgávuni at fáa Kongressina at hækka tað almenna skuldarloftið og at fáa semju um fíggjarlógina, sum herfyri varð útsett tveir mánaðir.

Tann 20. januar byrjar tað seinna forsetaskeiðið hjá Obama, og í tí sambandi hevur hann gjørt nakrar týðandi broytingar í stjórnini. Eitt nú fær stjórnin nýggjan uttanríkisráðharra, nýggjan verjumálaráðharra og nýggjan fíggjarmálaráðharra.