Barrack Obama hevur vunnið uppstillingarvalið hjá demokratunum í trimum statum afturat Í USA hevur Barrack Obama bøtt munandi um sínar møguleikar eftir uppstillingarvalini, sum vóru í gjár.
Sambært amerikonskum fjølmiðlum hevur hann vunnið í Nebraska, Louisiana og Washington State. Sigurin var sannførandi í øllum trimum statunum, og í Nebraska og Washington State fekk hann tvær ferðir so nógvar atkvøður sum Hillary Clinton.
CNN sigur, at Hillary Clinton hevur nú vissað sær stuðul frá 1083 valmonnum, og at Barrack Obama hevur 1009 í sínum parti.
Hjá republikanarunum vann Mike Huckabee í tveimum statum, og John McCain vann í einum. Huckabee fekk 60 prosent av atkvøðunum í Kansas, og í Louisiana vann hann við 43 prosentum ímóti 42 til McCain. Í Washington State vann McCain tepurt.