Tá Skála í fjør fekk Okeke Obele Onyebuchi – Obi – í hópin, roknaðu tey flestu við, at hann var maðurin, sum skuldi skjóta Skála uppeftir. Tvey mál í Gundadali var tó alt, sum tað gjørdist til í Formula-deildini, men longu nú hevur áleyparin vaskað hetta burtur. Málini, sum Obi skoraði móti KÍ sunnudagin, vóru næsta og triðja Formula-máli hetta kappingarárið. Og sambært tí, sum Obi segði við Sosialin og Rás2 eftir dystin, so var hetta bara byrjanin.