Ocean Warrior á veg til Hetlands

Mikudagin skulu seks av journalistunum umborð á Ocean Warrior av í Hetlandi

Dia Midjord


Líkt er til, at tað var endabresturin á hesum sinni, tá Paul Watson og skip hansara Ocean Warrior kom inn í Nólsoyarfjørð og setti fólk í land.

Sambært John Vidal, journalisti á bretska blaðnum "The Guardian", skulu seks av tíðindafólkunum vera í Hetlandi mikudagin.

John Vidal var fimti maðurin, sum Paul Watson setti á land, men hetta var í Vestmanna. Eftir at hava verið í brummuni eina nátt, varð hann leyslatin um middagsleitið týsdagin. Tá fingu vit fatur á honum, og hava í komandi blað eina samrøðu við hann.

? Paul Watson sigur ikki nøkrum frá ætlanum sínum, men eg rokni við, at hann liggur í Hetlandi ein dag. So kemur hann aftur hendavegin, sigur John Vidal.

John Vidal leggur afturat, at Paul Watson ikki er ein maður, sum gevist á hond. Hóast føroysku myndugleikarnir fara at forða honum fyri at forða føroyingum at drepa grind, ætlar hann kortini at fremja sínar atsøknir.

Tað tekur góðar sekstan tímar at sigla til Hetlands, so Ocean Warrior verður neyvan aftur fyrr enn fríggjadagin..


Tveir leyslatnir

Sambært tíðindaskrivi frá fútanum, so vórðu tveir av teimum fimm monnunum, ið løgreglan handtók mánakvøldið, leyslatnir um middagsleitið týsdagin. Fútin ásannar, at teir eru vanlig fjølmiðlafólk og hava frítt at fara.

Tveir hollendingar verða sendir av landinum í næstum og støða er enn ikki tikin til, hvat skal gerast við Frank Trinkle, pressutalsmann í Sea Shepherd.

Millum annað hevur hann tosað við Pál Veihe, sum fleiri ferðir hevur ført fram, at grindin skjótt er so dálkað av grannum okkara, at hon ikki longur er etandi. Hetta heldur John Vidal vera eitt sera áhugavert sjónarmið.

Bretski blaðmaðurin fer aftur til London í dag, og væntandi verður tilfar hansara um grindadráp í Føroyum prentað einaferð í komandi viku.