Oda fyrsta kvinna í dómaranevndini

Kvinnudagur: Konufólk tíma ikki at døma, og nú má vend kom í, er boðskapurin

Tað gongur avbera illa, at fáa konufólk at taka við sum fótbóltsdómarar. Fótbóltssamabndið roynir seg nú við fleir átøkum, fyri at fáa konufólk at døma. Í dómaranevndini er dómurin greiðir.

 

- Sum støðan er í dag, so hava vit av álvara brúk fyri fleiri kvinnuligum dómarum. Tað eru alt ov fáar, ið bjóða seg fram, men vónandi kemur vend í heilt skjótt, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í næstum er ætlanin at fara undir átøk, ið skulu fáa fleiri kvinnur at gerast virknar sum fótbóltsdómarar, og sambært dómaraleiðaranum hjá FSF, er stórur mangul á hesum økinum.

 

Oda traðkar til

Eftir aðalfundin, sum varð hildin 18. februar, eru allar undirnevndirnar í FSF nú skipaðar. Millum annað er ein kvinna nú at finna í dómaranevndini. Oda Andreasen er nýggjur limur í dómaranevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað er eisini í tráð við nýggju strategiina hjá FSF, at fáa fleiri kvinnur at døma og verða partur av fótbóltinum í Føroyum.

 

- Tað er eingin loyna, at vit hava brúk fyri nógv fleiri kvinnuligum dómarum, og sum heild kvinnum í fótbóltinum. Vónandi kann hetta seta meir ferð á tað arbeiðið, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF.

 

Oda Andresen hevur drúgvar royndir og hollar førleikar sum dómari. Oda hevur tikið øll dómaraskeiðini hjá FSF, og hevur síðani 2013 dømt í bestu kvinnudeildini, umframt at hon eisini hevur verið hjálpardómari í onkrum dystum í 2. deild hjá monnum.