Odd Eliasen góður fyri 56 milliónir krónur

Tað má sigast, at Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, trúði upp á Bakkafrost, tá hann játtaði at selja síni partabrøv í Havsbrún fyri partabrøv í Bakkafrost.

 

Tá Bakkafrost í 2011 keypti Havsbrún fyri 1,1 milliard krónur bjóðaði Bakkafrost øllum eigarunum at keypa teirra ognarlut fyri partabrøv í Bakkafrost.

 

Odd Eliasen tók av. Hann fekk 170.000 partabrøv í Bakkafrost. Kursurin á partabrævinum var tá um 50 krónur. Partabrøvini, sum hann fekk í Bakkafrost høvdu tá eitt virði upp á umleið góðar 8 milliónir krónur.

 

Umframt høga virði, sum partabrøvini hava, so geva tey eisini gott avkast í vinningsbýti.

 

Bakkafrost hevur fastan politikk viðvíkjandi vinningsbýti. Í 2015 var vinningbýtið 8,25 krónur fyri partabrævið.

 

Fyri partabrøvini hjá Odd Eliasen merkir tað, at hann fær 1.402.500 krónur í vinningbýti. Tá skattur er goldin, so hevur hann 911.625 krónur eftir

 

Kursurin á partabrævinum í Bakkafrost er seksfaldaður – og partabrøvini hjá Odd Eliasen eru nú verd 56 milliónir krónur.

 

Vinnublaðið hjá Sosialinum, Vinnan, viðgerð í dag millum annað Bakkafrost og føroyskar fyritøkur, sum verða seldar av landinum.