Odd loysir Berg av á Havsbrún

Nú stjóraskifti verður á Havsbrún í Fuglafirði, verður skipað fyri móttøku á virkinum hósdagin hin 25. oktober millum klokkan 15 og 17.

Tað verður Odd Eliasen, sum tekur við eftir Berg Poulsen, ið hevur verið stjóri og ímyndin av Havsbrún úteftir í nógv ár.

Móttøkan seinnapartin hósdagin verður hildin á Fóðurgoymsluni á virkinum, og øll eru vælkomin.

Tað er í dag Bakkafrost, sum eigur virkið í Fuglafirði, og soleiðis hevur Bakkafrost, ið er størsta alifelag í Føroyum, ræði á allari virðisketuni - heilt frá smolti og alifóðuri til lidnar laksavørur og sølu.

Høvuðsskrivstovan hjá Bakkafrosti er á Glyvrum, og felagið hevur út við 550 fólk í starvi.