Nú styttist til kappingarenda í føroysku fótbóltskappingunum. Í dag verður 23. leikumfar spælt í 1. deild hjá monnum.
Fyrsti dysturin byrjaði longu nú klokkan 14, har B71 tekur ímóti KÍ. Liðini bæði hava einaferð áður spælt á Sandi í ár, og tá vann B71 1-0.
Síðani eru tveir dystir, sum byrja klokkan 15. Felags fyri hesar dystir er, at teir báðir verða spældir vesturi í Vágoynni. Botnliðið í deildini, MB, tekur ímóti NSÍ, meðan dystur eisini er í Sandavági, har 07 Vestur og Víkingur spæla.
Størsti dysturin í hesum leikumfarinum er tó tann, sum byrjar klokkan 17 á Toftum. Har tekur B68, ið nú er nummar tvey í deildini, ímóti komandi Effodeildarliðnum Skála, ið er langt fremst og tryggjaði sær uppflyting mikukvøldið.
Síðsti dysturin verður spældur á Argjum, har talan er um grannauppgerð ímillum AB og B36.
Dystaryvirlit og støðan í deildini sæst niðanfyri.
Klokkan 14: B71-KÍ
Klokkan 15: MB-NSÍ
Klokkan 15: 07 Vestur-Víkingur
Klokkan 17: B68-Skála
Klokkan 17.30: AB-B36
Støðan í deildini undan umfarinum sæst HER.