Við 3-1 sigrinum á Víkingi í seinast vikuskiftið, legði ÍF seg á odda í Vodafonedeildini. Teir eru eisini í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Í kvøld skal ÍF taka ímóti formsterkasta liðnum í deildini, NSÍ. Runavíkingar hava vunnið teir seinastu fimm dystirnar og eru nú bara tvey stig aftanfyri ÍF og HB, sum liggja fremst.
Tað sá annars einki serligt út, tá NSÌ eftir fýra dystir høvdu eitt stig. Síðani vunnu teir á heimavølli ímóti AB og havi ikki verið til at steðga síðani. EB/Streymur, B68, B36 og seinast B71 ligið eftir á.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.30 og Rás2 fer at fylgja gongdini frá klokkan 18.15