Oddabrak í Klaksvík

Fimm dystir eru á skránni hetta vikuskiftið, og ikki minst man spenningur vera um dystin í Klaksvík, tá Dráttur kemur á vitjan hjá Føroyamestarunum

Flogbóltur


Næsta umfar í flogbóltslandskappingini er á skránni um vikuskiftið. Einir 25 landskappingardystir eru á skránni í ymsu deildunum.


Meistaradeild kvinnur

Í meistaradeildini hjá kvinnum eru tríggir dystir.

Dysturin leygardagin millum Mjølnir og Drátt er ógvuliga áhugaverdur. Mjølnir hevur seinastu árini staðið seg sera væl. Tær hava verið føroyameistarar ferð eftir ferð, og seinasta kappingarár taptu tær bara ein dyst.

Í ár tykist Dráttur at kunna hótta Mjølnir. Við nýggja útlendska venjaranum á odda fara tær til Klaksvíkar at gera tað ómøguliga ? vinna á Mjølni. Hesin dysturin fer ikki at avgera hvar gullið endar, men hann fer at geva ávísar ábendingar.

Mjølnir hevur vunnið gull 9 ferðir síðan meistaradeildin varð skipað í 1986. Dráttur hevur ongantíð vunnið føroyameistaraskapin, tó tað onkuntíð hevur verið nær við.

Hin dysturin leygardagin er millum Fossanes og ÍF. Hesin liðini taptu í fyrsta umfari og skulu nú fáa fyrstu stigini til hóldar. Her má sigast, at ÍF hevur betru møguleikarnar at vinna, tí liðið hevur royndirnar. Fossanes er framvegis í læru í bestu flogbóltsdeildini, men tó skal ikki vera sagt, at tær longu eru foknar.

Dysturin hjá kvinnunum sunnudagin er millum TB og Fleyr. TB vann í fyrsta umfari og Fleyr tatpi. Heisi liðini eru nakað torfør at meta um, tí TB hevur mist nógv fólk, og Fleyr er ógvuliga óstøðugt, bæði leikliga og innanhýsis á liðnum. Skulu tær vinna á TB sunnudagin, skal nógv gerast betur enn seinasta sunnudag ímóti Drátti og TB er væl fyri heima.


Meistaradeild menn

Hjá monnunum er sum vant bara tveir dystir á skránni:

Í Klaksvík skal Mjølnir stríðast við SÍ. Tað plagar at ganga væl hjá Mjølni, tá ið SÍ er á vitjan, og í ár stendur sera væl til við fólki hjá Mjølni. Hjá SÍ kann alt henda, letur tað til. Í dystinum seinasta leikumfar, sum var ímóti Felyr, spældu teir út av lagi vánaligt fyrst í dystinum, men vendu so gongdini og kundu havt vunnið, tá ið av tornaði. Mjølnir má tó metast at vera betur fyri til dystin leygardagin.

Í Eysturskúlanum verður so fyrsta slagið um Havnina. Fram og Fleyr hava leikt mangar sera góðar og spennandi dystir. Seinasta kappingarár var tað tó eingin, ið kundi fylgja við Fleyr, men í ár er liðið hjá Fram ment, og liðið hjá Fleyr er nógv broytt, og helst eisini viknað nakað. Hesir dystirnir eru altíð nakað heilt serligt. Menn leggja nógv fyri, og ofta leikar hart á.

Romica Pascu venur í ár Fram. Hann vandi Fleyr seinasta kappingarár, so kanska veit hann okkurt gott vápn at koppa teir við. Romica spælir sjálvur við á liðnum hjá Fram, og styrkir hann væl um. Eisini er Heini Weihe komin aftur til Føroya at búgva, og spælir hann sjálvandi við barndómsfelagnum Fram.

Fram og Fleyr dystaðust í FK-kappingini, sum Fleyr skipaði fyri. Tá megnaði Fram akkurát at vinna eftir sera javnan og spennandi dyst. Alt er tí opið undan dystinum leygardagin.



Dystir um vikuskifti

Meistaradeild, kvinnur

Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Mjølnir ? Dráttur kl. 13.00

Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Fossanes ? ÍF kl. 17.00

Sunnudag 22.10.00 Trongisvágur TB ? Fleyr kl. 13.00

Meistaradeild, menn

Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Mjølnir ? SÍ kl. 13.00

Leygardag 21.10.00 Eysturskúlin Fram ? Fleyr kl. 15.30