Manchester United hevur vunnið meistaraheitið seinastu trý árini, og undan hesum árinum staðfesti venjarin hjá felagnum, Sir Alex Ferguson, at málið nú var at gerast fyrsta enska felagið yvirhøvur, sum vinnur fýra meistaraheiti á rað.
Men samstundis hevur hann nú boðað frá, at skal hetta gerast, so verður tað fyrst og fremst Chelsea, sum United skal kappast við. Og eftir fyrsta partin av kappingini hevur Ferguson bara stór og vøkur orð at bera starvsfelaganum í Chelsea, Carlos Ancelotti.
- Teir hava verið meira støðugir í ár enn í fjør. Ancelotti hevur innført somu spæliskipanina, sum hann brúkti í Milan, har teir hava ein diamant á miðvøllinum. Tað ger tað eisini trupult hjá mótstøðuni, tí teir eru sera kompaktir á miðvøllinum, og í mun til bæði Scolari og Ranieri, so spælir Ancelotti við tveimum áleyparum, sigur Ferguson.
Chelsea hevur hinvegin verið sera væl koyrandi. Ikki minst Didier Drogba, sum í fjølmiðlunum hevur sagt, at hesin dysturin hevur alstóran týdning.
- At vinna á United á heimavølli hevur nógv at siga. Dysturin móti Atlético var langt ífrá serliga góður fyri okkara viðkomandi. Men kanska hugsaðu vit longu tá um sunnudagin, sigur Drogba við enska Soccernet.
Undan dystinum er Chelsea tvey stig framman fyri Manchester United.