Oddabrakið verður leygarkvøldið í Klaksvík

Betri deildin menn: Dysturin millum KÍ og Víking verður leygarkvøldið í Klaksvík

Um vikuskiftið verður 8. umfar í Betri deildini hjá monnum. Stóri dysturin verður Klaksvík millum oddaliðið KÍ, og avbjóðararnar úr Víkingi. Dysturin verður leygarkvøldið klokkan 18.30 og FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

 

KÍ hevur fult stigatal eftir sjey dystir, meðan Víkingur hevur 15 stig fyri seks dystir. Víkingur vann sunnudagin 4-2 á HB og er nú nærmasti avbjóðari hjá KÍ, sum tykist verða til reiðar at renna avstað.

 

Hetta kemur saman við dystinum millum KÍ og HB í 9. umfari, at geva ein mynd av oddastríðnum. Vinnur KÍ báðar dystirnar, so verða norðyingar langt fremsti eftir fyrsta triðingin. Hinvegin er hetta eisini møguleikin hjá Víkingi og HB, at bjóða KÍ upp til dans.

 

Víkingurin hevur ein útsettan dyst, sum verður týskvøldið móti AB. Argjamenn spæla somuleiðis leygardagin, tá B36 kemur á vitjan á Argjum. Tann dysturin byrjar klokkan 16 og aftur sigur FM1 frá dystinum.

 

##med2##