Oddadgrein Ræðuleikin í Virginia

So hendi tað aftur. Enn ein atsókn við skotvápni á amerikonskum skúla. Hesaferð doyðu 32 studentar, lærarar og onnur. Hendingin fór fram í suðuramerikanska statinum Virginia. Ein maður skjeyt av enn ókendari orsøk øll tey, sum vóru í nánd inni á lærda tøkniliga háskúlanum í Blacksburg. Hetta er tann ringasta hendingin av hesum slag í amerikanskari søgu, og alt USA er í sorg og á gosi um somu tíð.

Øll standa spyrjandi. Hesi seinastu árini hava verið fleiri hendingar, har ungir skúlanæmingar av ymsum orsøkum eru farnir heimanífrá við maskinbyrsum í skúlaskjáttuni við tí fyri eygað at taka floksfelagar og lærarar sínar av døgum.
Og aftur spyrja fólk: hvat er tað, sum ger, at hetta næstan bara hendur í USA!

Spurningurin um sera liberalu vápnalógirnar fer iva at taka seg uppaftur í kjalarvørrinum á hesi ræðuligu hending, Helst fer aftur at verða kravt, at tað verður torførari at fáa atgongd til vápn í USA. Hetta krav hevur verið frammi fleiri ferðir áður, uttan at tað hevur eydnast at broyta skipanina. Tann sokallaða vápnalobbyin hevur barst sum úlvur á skóg fyri at forða fyri lógum og tiltøkum, sum skerja rættin til at eiga vápn. Og hon hevur sigrað hvørja ferð.

Nú meðan alt USA syrgir tey deyðu og særdu í ófatiligu massakruni í Virginia spyrja vit hinumegin Atlantshavið, hví slíkt hendir har. Hinvegin fór líknandi hending fram í Skotlandi nøkur ár herfyri. Hetta tykist tó at vera eitt nærum seramerikanskt fyribrygdi. Og tað eru tey, sum siga, at tað er eitt sjúkt samfelag, sum loyvir hvørjum Peri og Póli óavmarkaða atgongd til alskyns ræðulig vápn í gerandisdegnum, tá slíkt misbrúk av vápnum endurtekur seg. Men hvussu ber tað so til, at lond, har vápnaatgongd er eins frí sum í USA, eitt nú í Sveis, verða spard fyri slíkum hópmorðum! Er tað mentaliteturin og mentanin annars, sum ger munin! Um okkara leiðir verða vápn mett sum amboð. Átti USA kanska at lært av europeisku mentanini! Tó at frí atgongd til vápn hevur verið partur av amerikonsku mentanina frá nýbyggjaratíðini, so er heimurin í dag vorðin so nógv minni og øll so nógv tættari at hvørjum øðrum, at skilagóðir siðir í eitt nú Europa – deyðarevsingin er enn eitt dømi - áttu eisini at vunnið frama í tí USA, sum vit síggja sum part av Vesturheiminum.

Vit eru øll skelkað av hesi ræðuhending. Hvussu forða vit fyri, at hetta hendir aftur og hjá okkum! Fólk, sum eru vorðin mentalt sjúk, ið kenna seg slept uppá fjall av sínum næstu, sínum arbeiðsplássi ella útbúgvingarstovni, ja av samfelagnum, mugu fáa hjálp, áðrenn tey taka til slík stig. Er tað her tað haltar í dagsins USA? Tað er so lætt hjá okkum øðrum at koma við peikifingrinum og døma. Hinvegin hava vit øll eisini sum partur av altjóðagerðini áhuga í at vita, hví hetta hendir og hví tað serstakliga hendir í USA. Og hvat kann forða fyri, at tað hendir aftur!

Sosialurin