Oddafólkini stuðla loksins Hillary

Fyri nøkrum døgum síðani bórust tíðindini, at tað hevur eydnast Hillary Clinton at vinna undanvalið hjá Demokratunum, og er hon harvið forsetavalevnið hjá flokkinum til valið í heyst.


Tað hendir eftir eitt langt valstríð, har fyrrverandi uttanríkisráðharrin hevur havt trupult við at basa einasta veruliga mótstøðumanninum, senatorinum Bernie Sanders.


Harða valstríðið millum tey bæði valevnini hevur eisini gjørt, at fleiri av oddafólkunum hjá Demokratunum hava verið varin við at geva Hillary Clinton sín almenna stuðul fyri ikki at skapa óneyðugan tvídrátt í flokkinum.


Men nú so gott sum allur ivi er beindur burtur um endaliga úrslitið av undanvalinum, tora fleiri av oddafólkunum í flokkinum loksins at stuðla Hillary Clinton.


Kendasta teirra er Barack Obama, amerikanski forsetin, sum gav sín stuðul í einum sjónbandi í gjár.


- Eg haldi ikki, at tað er nakrantíð áður hevur verið nakar, ið er meir skikkað til hetta embætið, segði Barack Obama.


Mett verður, at forsetin longu í næstu viku ætlar at føra aktivt valstríð við Hillary Clinton og møta við henni til valfundir og annað.


Eisini Elizabeth Warren, senator fyri statin Massachusetts, ið av mongum verður mett at vera sterka kvinnan í demokratiska flokkinum, gav sín fulla stuðul til Hillary Clinton í gjár.


- Eg eri klár at koma inn í stríðið og arbeiða hart fyri, at Hillary Clinton verður næsti forsetin í USA, og syrgja fyri, at Donald Trump aldrin kemur tætt upp á Hvíta húsið.


Joe Biden, varaforseti, peikaði eisini á Hillary Clinton, tó at hansara stuðul var meira óbeinleiðis enn tann hjá Barack Obama og Elizabeth Warren. Á einum fundi í gjár, har hann varð spurdur um valið av nýggjum dómara til Hægsta rætt, svaraði hann fylgjandi.


- Havið í huga, at vit hava enn eitt valskeið við hesum ivamálum, um vit ikki loyva atkvøðugreiðsluni í ár. Um nakar heldur at næsti forsetin – um Gud vil, so meti eg at tað verður senator Clinton, segði Joe Biden, áðrenn hann helt fram við at tosa um valið av dómara.