Oddagrein: Hvørvur blokkurin hvørvur jarnbrotið

Í blaðnum seinasta vikuskifti staðfestu vit, at síðani avgerðina hjá Løgtinginum um at minka blokkstuðulin í 2001 við ein­um triðingi, hava vit frásagt okkum rík­is­stuð­ul s­varandi til 10,5 milliardir krón­ur. 

Veruleikin vísir okkum, at blokk­stuð­ul­in nú er minni enn helvtina av tí, sum hann hevði verið, um hesin blokk­nið­ur­skurð­ur­in ikki varð gjørdur. Og hevði Løg­­ting­ið ikki samtykt hann, so var hann held­ur ikki skerdur, tí talan er um før­oysk­an politiskan vilja, at danir ikki skulu lata okk­um stuðul á henda hátt. Tað er á ong­an hátt eitt danskt fyribrigdi.

 

Vit kunnu eisini staðfesta, at allir flokk­ar nú halda, at hetta er í fínasta ord­an. Tí hvørki Sambandsflokkurin og enn minni Javnaðarflokkurin tosa um at fáa rík­is­veit­ing­ina uppaftur at sama støði, sum hon var í 2001.

 

Fyri nógv er ríkisstuðulin symptomið upp­á »donsku imperialismuna« í Før­oy­um. Fleiri geva hesum kortini ikki gætur.

 

Men um vit nú spæla okkum við tank­an um, at ríkisstuðulin púrasta verður av­tikin eftir nøkrum árum. Ber tað so til?

 

Svarið má vera ja. Sjálvandi ber tað til. Tá vit seinastu 20 árini hava niðurlagað rík­is­veitingina við meira enn 50 pro­sent­um, so ber tað eisini til at niðurlaga hina sløku helvtina næstu 20 árini – ella næstu 10 árini ella kanska 5 árini.

 

So er spurnigurin, um tað verð­ur loys­ing­ar­vong­ur­in, sum fer at gera tað. Men tað er als ikki vist. 

 

Fyri bæði Javnaðarflokkin og Sam­bands­flokk­in, so er tað eitt politiskt mál, at vit í Før­oyum skulu vera búskaparliga sjálv­bjarg­in. Sjálvandi skulu vit tað. Og sjálv­andi klára vit tað. Tí trúðu vit ikki upp á tað, so var einki sjálvræði at arbeiða fyri, so kunnu vit tað sama leggja okkum und­ir kong. Tað er tað helst eingin sum vil. Ikki ein gong Sambandsflokkurin.

 

Vit fara tí í næstum helst at síggja, at Javn­að­ar­flokk­ur­in fer at seta sær sum mál at minka ríkisstuðulin. Á tann hátt kann Javn­að­ar­flokk­urin leggja seg á eina enn størri fjøld av veljarum, sum annars kundu farið til Tjóðveldi. Og tá Sam­bands­flokk­ur­in eisini tekur undir við hug­skot­i­num, so er málið um ein sjálv­ber­andi føroyskan búskap í eygsjón.  

 

Um tað so merkir loysing frá Danmark, ja tað kann tá gerast ein heilt annar spurn­ing­ur.

 

Málið um ríkisstuðulin kann soleiðis ger­ast eitt mál, sum kann flyta valdið í før­oyskum politikki til at snúgva seg um høgra og vinstra heldur enn loysing og sam­band – og harvið hvørvur blokkurin sum búskaparliga jarn­brot­ið fyri ella ímóti Danmark.