Í døgunum eftir veljarakanningina hevur nógv verið fokuserað uppá fullveldismálið sum orsøk til afturgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum,. Eingin ivi er í, at fullveldismálið, soleiðis sum tað varð lanserað av Tjóðveldisflokkinum, er fallið til jarðar aftur, og at vit nú tosa um yvirtøkuferð, heldur enn nakað annað tey næstu nógvu árini, men er hetta øll orsøkin til afturgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum?
Kann tað ikki hugsast, at framferðin hjá floksleiðsluni og tey val, hendan hevur gjørt seinastu árini eisini eru orsøk til størstu ónogdina?
Vit hava verið vitni til nøkur sera løgin mál í hesum valskeiðnum. Landsantikvarmálið var illa handfarið av táverandi landsstýriskvinnu fyri Tjóðveldsiflokkin og floksformaðurin tók sjálvur undir við hesi óhepnu handfaring. Hevur hetta ikki kostað atkvøður ella formansundirtøku? Stór ónøgd er millum fólkaskúlalærarar viðvíkjandi ársverksskipanini, ið varð koyrd ígjøgnum av formanni Tjóðveldisfloksins. Hevur hetta ikki kostað undirtøku?
Tey landstýrisfólk, ið floksleiðsla Tjóðveldsifloksins hevur valt, hava ikki havt hepna hond í øllum málum. Málið um landsantikvarin er sum nevnt eitt av óhepnu dømunum, men hvussu er við deildarleiðarnum hjá Heimarøktini, ið søgdu upp í ósemju við landsstýrismann hjá Tjóðveldsiflokkinum? Man hetta ikki eisini hava kostað undirtøku?
Hvussu við valið av samgongufeløgum? Man tað verða óbetingað undirtøka millum tjóðveldisveljarar við tey val, ið floksleiðslan gjørdi eftir seinasta val? Leiðsla Tjóðveldisfloksins valdi eftir seinasta val at fara í samgongu við Miðflokkin. Hesin lítli flokkur við líka nógvum landsstýrisfólki, sum løgtingslimum setur dagsskránna í nógvum málum. Kann ikki hugsast, at nógvir tjóðveldisveljarar vísa sína ónøgd við, at Miðflokkurin setir dagsskránna til dømis í abortmálinum. Tjóðveldisflokkurin og veljarar floksins plagdu at hoyra til tann meira progressiva veingin í føroyskum politikki. Miðflokkurin er ikki tað mest foreiniliga við hesa progressivu linju. Er tað hetta, sum stendur fyri einum parti av afturgongdini?
Afturgongdin hjá Tjóðveldisflokkinum skal kanska als ikki finnast í fullveldismálinum tá samanumkemur, men heldur í stórt sæð øllum øðrum. Vónandi er hetta nakað, ið floksleiðsla Tjóðveldisfloksins fer at hugsa um, og at hon so handlar hareftir, so vit aftur fáa eina politiska dagsskrá, ið fokuserar uppá menning og varðveitlsu av modernaða norðurlendska vælferðarsamfelagnum sjálvsagt saman við einum náttúrligum men tó miðvísum sjálvstýrisútviklingi.
Sosialurin