SOSIALURIN hevði í seinastu viku eina samrøðu við Martin, sum annaðhvørt svevur á berajólum á Skansanum ella heldur til á Herberginum í Frelsunnarherinum. Blaðgreinin skelkaði føroyska samfelagið. Tey fægstu vistu, at føroyska samfelagið hevði ikki pláss ? ella hjartarúm ? til nakrar føroyingar, sum av eini ella aðrari orsøk eru komnir illa fyri.
SÍÐANI hevur Sosialurin fylgt greinini upp við samrøðu við leiðaran á Herberginum, Niels Edvard Olsen. Harafturat tók Útvarp Føroya hetta álvarsama og syrgiliga mál upp í miðvikusendingini mikukvøldið. M.a. tosaði Útvarpið við tveir, sum halda til á herberginum, leiðaran á Herberginum og við landsstýriskvinnuna í almannamálum, Helenu Dam á Neystabø.
SENDINGIN bendir á, at blaðgreinin í Sosialinum er tikin í ramasta álvara og hon fær nú avleiðingar. Sum er, fær Frelsunnarherurin eina játtan, sum er 250.000 krónur at reka Herbergið fyri. Men landsstýriskvinnan vil arbeiða fyri at hækka hesa játtan.
UM henda játtan verður hækkað, ber kanska til at skipa fyri einum daghaldi fyri tey heimleysu. Sum nú er, hava tey einki stað at halda til um dagin, eftir at Herbergið er stongt klokkan 10 fyrrapart og til tað letur uppaftur klokkan 22 á kvøldi. Tí fjakka tey runt. Sita í skýlum, á Skansanum, á Tinganesi ella koyra runt í býbussunum!!!
EIN hækkað játtan er kærkomin hjá teimum heimleysu og Herberginum. Men hetta er ikki nóg mikið. Ein politikkur má leggjast á hesum øki. Hann kann t.d. miða ímóti eini roynd at fáa hesi heimleysu upp á rættkjøl aftur, at fáa tey í viðgerð, í arbeiði ella í eina terapi, so tey aftur síggja eina meining við lívinum. Ein skipan við íbúðum ella kømurum átti eisini at verið ein partur í einum slíkum politikki.
GREINIRNAR og sendingarnar hava eisini víst, at eingin vil taka ábyrgd av hesum heimleysu. Kommunurnar kasta tey frá sær og vísa tey til Almannastovuna, sum aftur koyrir tey víðari, háost tað helst er forsorgarlógin, sum skuldi komið hesum samfelagsbólkinum til góða. Ein politikkur á hesum øki má eisini greitt staðfesta, hvør hevur ábyrgdina av teimum, sum koma soleiðis fyri, at gøtan, Skansin ella Herbergið í Tórsgøtu eru einastu tilhaldsstøðini.
TAÐ kann ikki vera rætt, at tey koma longur út í óføri, tí byrokratiið ikki finnur út av tí. Men gongd er komin á hetta mál og hækkar játtanin á fíggjarlógini sum fysta stig, skal staðfestast, at »allur bati bøtur«!