Oddagrein:Almenni bygnaðurin


Í seinastini hevur verið funnist at almenna bygnaðinum bæði frá politiskari síðu og aðrastaðni frá. Vit hava á hesum stað mangan víst á vansar við Norman Christensen bygnaðinum. Bygnaðurin er ov stórur í vavi, hann er ov sentraliseraður, og síðst men ikki minst er prioriteringin ikki í lagi.

 


Hettar skal ikki skiljast sum ein kritikkur av teimum, ið hava sítt dagliga yrki í bygnaðinum, tí tey útfylla bert rammur defineraðar av politiska myndugleikanum, ið hevur ábyrgdina av Norman Christensen bygnaðinum.


At bygnaðurin er ov stórur í vavi er ein stórur trupulleiki, tí menniskjaliga tilfeingið røkkur neyvan til at fylla postarnar forsvarliga, og tí er stórur vandi fyri, at gáttin gerst nakað lág. Serliga er hetta vandamikið í einum sentraliseraðum systemi, har allar avgerðir verða samlaðar í stýrum.


Amerikanarar hava tað fyri at siga, at um okkurt ikki er brotið, so er eingin tørvur á at gera tað aftur. Vit hava tíverri tey seinastu árini sæð, at man í miðfyristingini hevur fingist við at endurskoða, broyta og sentralisera almennar tænastur, ið hava fungerað fínt í nógv ár, meðan annað, sum til dømis almanna- og heilsuverkið liggur í andaleypi.


Prioritering má vera. Man kann hava alla virðing fyri orðaðum arbeiðssetningum og arbeiðsbólkum, men tað hevur líkasum ein eitt sindur tóman klang, um støðan samstundis er tann, at sjúklingar verða blakaðir út av sjúkrahúsinum um sumrarnar og ambulansurnar steðga upp.


Onkur vil kanska meina, at omanfyristandandi eru hvør síni ting, men eru tey tað?


Í einum lítlum landi sum Føroyum er týdningarmikið, at vit duga at prioritera. Vit hava ikki menniskjaliga tilfeingið til at hava ráðharrastovur eftir donskum ella grønlendskum leisti ? Grønland er stórinnflytari av embætisfólki, og er tað ikki nakað vit skulu øvunda teimum. Vit mugu prioritera út fá tí vit hava ráð til. Tað er skelkandi, at vit í uppgangstíðum kunnu staðfesta, at um annaðhvørt fólk í Havnini hevur eina almenna inntøku, meðan talið, hóast tað átti at verið øvugt, var munandi lægri beint eftir kreppuna.


Almenni bygnaðurin er høvdið á almennu Føroyum, og skal tað rigga optimalt. Óivað eru nógv góð fólk í miðfyrisitingini, men prioriteringin má vera soleiðis, at tey verða sett inn, har ting ikki rigga. Tað er somikið nógv í hesum samfelagnum, sum ikki riggar optimalt, at spurningurin er, um ikki ein projektfokuserað miðfyrisiting við fáum fólkum og desentralisering, so stovnarnir gerast meira sjálvstøðugir, er tann rætta loysinin.


Sosialurin