ODDAGREIN: Alment og privat

Landstýrið hevur sagt, at tað prinsipielt er ímóti almennari uppíblandan í vinnulívið og sostatt ikki fær givið veðhald.

 

Veðhald er nakað man skal vera varin við, so mikið hava vit lært av fýrsunum, men at útiloka, at eitt statsgaranti nakrantíð kann koma uppá tal, tykist at vera heldur bláoygt og er dupultmoralskt, tá ein hyggur at, hvat sitandi samgonga hevur avrikað. Ilt er at síggja, at tað er meira liberalt og minni uppíblandan enn at veita eitt veðhald, tá sitandi samgonga við einum fólkaflokslandsstýrismanni á odda veitti rækjutrolarum skuldarsanering t.v.s. forerdi pening burtur til hesi skip. Eitt veðhald nýtist hóast alt ikki at gerast effektivt, sum tað tildømis var við veðhaldinum Smyril Line fekk miðskeiðis í áttatiárunum, har lánið varð goldið aftur.


Løgið er, at menn ganga og fyrigykla sær, at man í Føroyum til allar tíðir kann hava eitt vinnulív í menning, uttan nakran form fyri almennari uppíblandan. Um vit hyggja at søguni, so traðkaði Nationalbankin til, tá Kjølbro fór fallitt á sinni. Enn tann dag í dag eigur almenni Føroyagrunnurin JFK Trol. Hvat siga fólkafloksmenn til, at aktiviteturin hjá Kjølbro fyritøkuni varð tryggjaður av tí almenna og hevur bjargað mangum arbeiðsplássi í Norðoyggjum? Var tað skeivt av tí almenna at varðveita vinnuliga virksemið í økinum? Meira nýliga høvdu vit bankafallittini. Var tað skeivt av Landstýrinum at bjarga Sjóvinnubankanum og Føroya Banka og harvið tryggja at nakrar av størstu vinnufyritøkum í landinum ikki mistu alt sítt innistandandi yvir 250.000 krónur? Var tað skeivt at Framtaksgrunnurin varð settur á stovn og tryggjaði vinnuligt virksemi, har privata initiativið, sum ikki einaferð, spældi fallitt?


Hvat sigur Vinnuhúsið ella Reiðarafelagið? ? fleiri av limum teirra høvdu ikki verið tað, teir eru í dag, um landið ikki bjargaði bankunum ella veitti veðhald. Eru teir líka kategoriskt ímóti landsinnblandan, sum Fólkaflokkurin letst vera? Hvat siga menn, ið sita umborð á trolarum, ið ongantíð høvdu verið komnir uttan landskassaveðhald? Er landsinnblandan altíð av tí illa?


Stóri almenni parturin í føroyskum vinnulívi er ikki tí, at politikarar hava viljað tað so. Talan hevur verið um kreppuloysnir, hvørja ferð tað hevur staðið á. Livst so spyrst, men naiva og ? tá hugsað verður um fólkafloksforeringar úr landskassanum hettar valskeiðið ? heldur dupultmoralska áskoðanin hjá Bjarna Djurholm er søguliga sæð funderað á mórubotn.


Sosialurin