Øll konstellatiónin við at lánifíggja almennar íløgur uttan at hesar lánibyrðar figurera á landskassaroknskapinum er sera ivasom. Hetta hava vit gjørt vart við oftani áður. Hóast talan er um eitt partafelag, so vita vit, hvør kemur at standa við endan, um kreditorar vilja hava pant í tunlinum.
Á hesum stað vóru vit hart ímóti stovnanini av P/F Vágatunnilinum, tá annlegslógin var løgd fyri tingið og mæltu til, at Landsverkfrøðingurin tók sær av hesum arbeiði, eins og teir hava gjørt við øðrum tunlum gjøgnum nógv ár. Tey, sum fylgdu málinum nær, minnast, at Heini O Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum var ein av teimum, ið var heldur skeptiskur um partafelagskonstellatiónina, men sum við so nógvum øðrum hjá sitandi samgongu, so trumfaði Fólkaflokkurin sín vilja ígjøgnum.
Fólkafloksveljarar í Vágum hava ongan annan enn seg sjálvan at takka fyri príslepan, ið gjaldast skal fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, og tí er tað løgið at síggja, at Jóanis Nielsen leikar í fyri at fáa prísin niður. Hann kundi bara havt lurtað eftir samgongufelaganum Heina O Heinesen.
Brúkaragjald fyri almennar vegir brýtir við solidariska fíggingarprinsippið, ið landsvegir hava verið grundaðir á. Vil man broyta hetta í Føroyum, so eigur brúkaragjald at merkja lægri skatt ella lægri vegskatt. Tað er órímiligt at gjalda líka nógvan skatt við brúkaragjaldi, sum uttan brúkaragjaldi. Annaðhvørt ikki bæði.
Farsan tykist fullkomin, tá man nú hoyrir, at politikarar ikki skulu blanda seg í, hvat tað skal kosta tvørturum Vestmannasund. Um man heldur sum Fólkaflokkurin, at hetta skal sammetast við eitt vinnuligt projekt, har raksturin skal bera seg, so er tað kanska løgið, at politikarar blanda seg, men um man hevur eitt politiskt sjónarmið, ið sigur, at almennar annlegsíløgur skulu stýrast av ti almenna og ikki einari pseudo-privatari nevnd, so er einki løgið í tí.
Tað, ið øll allarhelst eru samd um, óansæð um tey eru fyri partafelagsforminum og brúkaragjaldi ella ikki, er at um politikarnir nú fara at avgera prísin, so er alt konseptið við partafelag og nevnd fallerað. So er spurningurin bert, um ein gerst vónbrotin ella ikki.
Sosialurin