Oddagrein· Avtakið favoriseringina av Danmark!

Vit sóu herfyri eina avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini um skrásetingargjald fyri ein bil, ið var innfluttur sum flytigóðs til Føroya. Henda avgerð vísir, at har onnur lond royna at standa við opnum ørmum fyri at fáa sínar landsmenn uttanlands heimaftur, so stendur føroyska samfelagið klárt við einum vátum vøtti frammaná til hesi fólkini, ið flyta aftur á klettarnar. Hetta er væl at merkja, um man hevur dittað sær at búð nakra aðrastaðni enn í Danmark. Toll- og Skatt hevur av onkrari óskiljandi orsøk innført eina favorisering, sum bert umfatar Danmark.

Um ein býr uttanlands og skal flyta aftur til Føroya, so kann ein taka bilin við sum flytigóðs uttan avgjøld og skrásetingargjald, um so er at viðkomandi hevur búð uttanlands í minst 3 ár og hevur havt bilin skrásettan uttanlands í minst 2 ár. Vit hava við avgerðini hjá skatta- og avgjaldskærunevndini fingið váttað, at absolutt stirvnasta tulking verður løgd til grund, har bilurin reint fysiskt skal hava verið uttanlands í hesi 2 árini, tá tað um skrásetingargjald umræður. Um ein hevur búð í Danmark, so skal ein hava búð uttanlands í eitt ár og hava havt bilin skrásettan í minst eitt hálvt ár.

Hví er hesin munurin? Hvør politikari hevur avgjørt at Danmark skal favoriserast framum alla verðina? Hvør er boðskapurin til føroyingar sum búgva uttanlands, og ætla sær heimaftur? Boðskapurin er, at ein er ikki vælkomin, uttan so at ein hevur búð í Danmark.

Vit umrøddu henda spurning á hesum stað herfyri, men sum so ofta fyrr, so er eingin reaktión frá Fíggjarmálaráðnum.

Nú má vend koma í! Vit tosa um altjóðagerð og at Føroyar skal verða fremsta land í heiminum í 2015. Hetta krevur, at man líkastillar øll lond, eisini tá um flytigóðs umræður, so at man við hesum signalerar, at Føroyar slær hurðarnar á víðan vegg fyri at fáa sítt útbúna fólk heimaftur  ikki bara úr Danmark  men úr øllum heiminum. Broytið sum skjótast kunngerðina fyri flytigóðs, so øll lond fáa somu treytir sum Danmark!