ODDAGREIN: Bóndafangaðir partaeigarar

Tað var valla væntandi annað, enn at hann sum ræður eina á að­al­fund­i­num hjá Atlantsflog, Jo­han Dahl, landsstýrismaður í vin­n­u­málum, fór at fella uppskotið hjá størsta minni­luta­eig­ar­anum um, at bert tann privati parturin av part­­a­eig­ar­u­num skuldu fáa framíhjárætt til vinn­ings­býti.

Forsøgan til støðuna hjá til sperdu parta­eig­a­r­unum í Atlantsflog er, at lands­stýr­ið førir ein vinnupolitikk, sum minn­ir ikki sørt planbúskapin hjá komm­un­ist­a­lond­unum. Tað var – løgið nokk – ikki fyrr enn ein javn­að­ar­mað­ur setti seg í løgmanssessin, at tað bar til at privatisera almenn fel­øg so sum Føroya Banka og At­lants­flog.
Men tá løgmaðurin úr Sam­bands­­flokk­i­num tók við, so stegð­aði priv­a­t­i­ser­ings­til­gongd­in ­full­komi­liga. Einki kis hoyrist um priv­at­i­ser­ingar – og tískil er privatisering av al­mennum feløgum als ikki eitt mál hjá hesum landsstýrinum, sum nát­úr­liga átti at rikið borgarligan vinn­u­politikk – har einskiljingar smakka væl.
Men beint tvørturímóti hev­ur hetta landsstýrið – við vinn­u­mál­a­ráð­harr­a­num á odda – lump­að priv­atu parta­eig­ar­ar­nar í Atlantsflog. Teir hava keypt síni partabrøv, tí at lands­stýrið lovaði, at seinni trið­ing­ur­in eisini skuldu seljast.
Úrs­lit­ið av hesum er, at eingin hand­il er við partabrøvum í At­lants­flog. Hvør skal tíma at keypa parta­brøv í einum felag, har landið altíð sit­ur við kvalifiseraðum meiriluta so­leið­is, at eingin annar partaeigari fær á­virk­an á, hvørja kós felagið skal halda, hvør skal sita í leiðslu og nevd? Tað kann eisini sigast so ein­falt, at privatu partaeigararnir hava mist møguleikan fyri at á­virka virðið og likviditetin á teirra part­a­brøv­um.
Tá tann fyrsti triðingurin av parta­brøv­u­num í Atlantsflog vórðu seld, vórðu tey seld fyri 90 mill­i­ón­ir krónur. Kursurin, sum tá var 261 liggur nú um 130. Tað vil siga, at part­a­­eig­ararnir hava mist 45 mill­i­ónir, um teir seldu nú.
Eitt er tað, at landið hevur bónda­fang­að hesar partaeigarar. Tað er nóg ringt í sjálvum sær. Men hvussu skulu útlendskir íleggjarar hava á­lit á einum landsstýri, sum ber seg so­leið­is at? Er endamálið hjá lands­stýr­i­num at nationalisera flog­fel­ag­ið, so er at melda greitt út.
Men tað krevur so, at part­a­eiga­r­ar­nir ­fáa sínar pengar aftur.